Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Álitið um nýggjan Húsarhaldsskúla handað landsstýrismanninum

John William Joensen

Á móttøku í býráðshøllini fríggjadagin 2. november handaði leiðarin fyri Húsarhaldsskúla Føroya eitt álit um nýggjan skúla

Nógv fólk var í býráðshøllini til móttøkuna, sum Húsarhaldsskúli Føroya skipaði fyri.
Har vóru nevndarlimir og onnur sum varða av Húsarhaldsskúlanum og býráðspolitikarar umframt tinglimir og landsstýrisfólk.

Fyrst hevði Bernhardina Klein, stýrisformaður í húsarhaldsskúlanum, eitt stutt innlegg um søguligu gongdina hjá skúlanum.

Síðani hevði Jóhanna á Tjaldrarfløtti, leiðari á skúlanum, eitt innlegg um støðuna á skúlanum í dag.

Hon greiddi m.a. frá at hóast tað í løtuni eru umleið 40 næmingar á skúlanum so er ein bíðilisti at sleppa inn á skúlan uppá gott og væl 60 fólki.

So tørvurin á nýggjum skúla er stórur og serliga tá hugsað verður um at skúlin altíð hevur verið noyddur til at húsast í hølum sum ikki eru bygd til skúlan.

Síðani handaði hon álitið um nýggja skúlan til landsstýrismannin í mentannarmálum, Jógvan á Lakjuni sum takkaði fyri.

Hann vísti á at hóast Klaksvíkin var kend sum ein fiskivinnubýur so eru nógvir skúlar í býnum og spuringurin var um ein ikki á ein ella annan hátt átti at samskipað hesar skúlarnar.

Hann takkaði fyri tað arbeiði sum var gjørt við at skrivað álitið og gav trygd fyri at tað skuldi fáa góða og sakliga viðgerð.

Harleywoodpaint