Bergleivur Brimvík, sigur at politiið enn ikki veit hvør maðurin er, sum í seinastu viku elti eina kvinnu í timburhandlinum 2×3
– Teknisku kanningarnar eru ikki lidnar enn men í løtuni vita vit ikki hvør maðurin er, sigur Berleivur Brimvík í stuttari viðmerking.
Tað er ein møguleiki at politi fer at almanna kunngera myndir – men hetta verður ikki gjørt uttan so at myndirnar eru nýtiligar og tað gagnar uppkláringini av málinum.




