Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

McCain og Obama standa sera javnir

John William Joensen

Hóast stóru amerikansku miðlarnir fyri langari tíð síðan hava avskrivað McCain í amerikanska forseta valinum so vísa seinastu kanningarnar at veljarnir dáma McCain

Tað er fallið mongum fyri brósti hvussu stóru amerikansku miðlarnir fyri langari tíð síðan hava avskrivað John McCain í kappingini um at gerast amerikanskur forseti.

Obama hevur tríggjarferðir so nógvar pengar at arbeiða við enn John McCain og hetta keypir honum stóra umrøðu í kendu amerikansku sjónvarpsrásunum .

Lesur tú norðurlendskar miðlar so skuldi ein trúð at einans Obama stillaði upp á forestavalinum og í føroyska Kringvarpinum, Dimmalætting og Sosialinum er umrøðan av McCain sera lítil og rættiliga litað.

Men hóast hetta so er so at siga javnt í veljarakanningum millum Obama og McCain. Obama hevur seinastu mánaðarnar verið undir 5% frammanfyri McCain og tað órógvar demokratisku leiðsluna.

Hetta er minni enn margan fyri hagtalsligum feilum so støðan í løtuni er púra jøvn og fastløst siga valfrøðingar við CNN.

Munurin verður heilt burtur tá valevni sum Ralph Nader og aðrir, sum altíð stillar upp á uttanflokkalistum til forsetavalið, verða tiknir við.

Ein fjóðringur av amerikansku veljarunum siga at Obama er ikki nóg tjóðskaparsinnaður meðan 90 % av veljarunum halda at McCain, sum er kríggshetja er tjóðskaparsinnaður.

John McCain hevur mangan verið rúkandi ósamdur í politikkinum hjá George Bush og hóast hann ikki er ungur so er hann populerur eisini millum demokratisku veljararnar.

80% av amerikansku veljarunum meta at McCain fer at vera ein savnandi forseti meðan 48% av veljarunum halda at Obama verður ein savnandi forseti.

John McCain liggur nærri miðuni í amerikansku politikki og tað kann verða ein meinbogi hjá honum – tí hann skal helst eisini hava stuðul frá uttasta høgra veinginum í Republikanska flokkinum.

Meira um John McCain á www.johnmccain.com

Meira um Obama á www.barackobama.com