Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viðhaldsfólk kunnu avgera dystir: The Kop gav Gerrard íblástur til sigursmálið

Norðlýsið ÍTROTTUR

Leygardagin vann Liverpool FC 2-1 á Middlesbrough, har sigursmálið varð skotið 4 minuttir inni í yvirtíðini av Steven Gerrard, sum gevur viðhalsfólkunum æruna, tí tey stuðlaðu liðnum so dyggiliga.

Tað verður sagt, at áskoðararnir hjá einum fótbóltsliði eru at meta sum tann 12. maðurin á vøllinum, tí stuðulin frá teimum kring vøllin hava so stórt árin á avrikið hjá liðnum inni á vøllinum.

Eitt feskt dømi um hetta var leygardagin á Anfield Road í Liverpool, har heimaliðið, Liverpool FC, spældi ímóti Middlesbrough.

Sambært viðmerkjgarum spældu gestirnir fult so væl sum heimaliðið, og hetta gav eisini úrslit við einum máli, tá ið 20. minuttir restaðu av dystinum.

Men hóast hesa støðuna, so hildu teir tiltiknu heimaáskoðararnir á The Kop fram til at stuðla og heppa sínar menn fram á vøllin – og tað skuldi eisini vísa seg at geva úrslit.

Tá ið bert 5 minuttir restaðu, skeyt Jamie Carragher tað útjavnandi málið, sum gjørdi, at herrópini kring vøllin øktust enn meira og blástu teir reyð-klæddu fram á vøllin.

Tað sá ikki út til at fara at eydnast, men 4 minuttir inn í yvirtíðina fingu leikarar og viðhaldsfólk løn fyri innsatsin, tá ið Steven Gerrard sendi eitt hart og væl plaserað skot í málið framman fyri The Kop!

– – –

Hóast Premier League er heimsins fremsta og besta fótbóltskapping, meðan okkara føroyska er í hinum endanum í so máta, so hava áskoðararnir her heima eisini sín stóra týdning fyri avrikið hjá teirra liði.

Tað er ikki altíð, at tey raskastu viðhaldsfólkini fáa løn fyri stríðið, men eingin ivi er um, at eisini her heima geva positivir og stuðlandi áskoðarar sínum liðum nakað eyka, sum til tíðir eisini gevur mál og stig.

Eitt nú er eingin ivi um, at t.d. EB/Streymur, sum er á odda í Formuladeildinin, í longri tíð hevur átt dyggan stuðul kring vøllin, og í ár hava vit eisini sæð, hvussu væl Víkingur verður stuðlaður av sínum áskoðarum, og ikki kann sigast annað enn, at teir hava fingið rættiliga góð úrslit á vøllinum.

Í morgin, sunnudagin, møtast javnaldrarnir frá 1904, KÍ og HB, á Injector Arena til ein rættiliga avgerandi dyst í Formuladeildini, har marginalarnir kanska fara at gera av, hvønn veg úrslitið fer.

Kanska tað verður stuðulin frá viðhaldsfólkunum, sum hesaferð fer at gera av, hvør fer við sigrinum – um tað verður Bláa Bylgjan ella Red Lions, sum geva tann dyggara stuðulin!!!