Fríggjakvøldið verða nýggju og hugnaligu hølini hjá hárfríðkanarstovuni Afrodite og klædnahandlinum Image karmur um eitt forkunnugt hugnakvøld fyri kvinnur, við m.a. mótashowi, har eisini tveir stylistar verða við.
Í handilshølunum við Klaksvíksveg 58 halda tvær fyritøkur til, klædnahandilin Image og frisørstovan Afrodite, og hesar báðar eru felags um hetta tiltakið, sum byrjar fríggjakvøldið kl. 20:00.
Tað liggur í heitinum, at talan er um eitt kvøld, har kvinnur kunnu hugna sær saman. Á skránni verður mótashow, har heystmótin ’08 verður sýndur fram.
Image og Afrodite hava til hetta høvið bjóðað tveimum stylistum, Anniku Johansen og Unu Jacobsen við til tiltakið.
Rannva Lútzen og Jógvan Ósá fara at syngja og spæla, og lætt ábit verður eisini at fáa.
Tað er Durita Joensen, sum eigur og rekur Image, og hárfríðkanarkvinnurnar í Afrodite eru Joan Baldvinsson, Jóna Eydnugarð og Jórun Mc Leod Jacobsen.
Tær lata heilsa, at tiltakið er ókeypis, so tað er bara at møta upp við Klaksvíksveg 58 fríggjakvøldið kl. 20:00.




