Harleywoodpaint
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Badmintonfólk taka lógvatak: 20 badmintonspælarar á venjingarlegu í Klaksvík

Norðlýsið ÍTROTTUR

Børn úr Vestmanna, Kollafirði, Tórshavn, Klaksvík og aðrastaðni við eru hetta vikuskiftið savnaði til eina venjingarlegu í Klaksvíkar Badmintonhøll.

Føroya nýggi landsliðsvenjari í badminton, Aritra Nandy, sum er fyrrverandi landsliðsleikari hjá India, stendur fyri venjingunum á hesari leguni saman við øðrum hjálparvenjarum, so sum Jógvan Johannesen og Jonni Isaksen, báðir úr Klaksvíkar Badmintonfelag.

– Endamálið við hesum tiltakinum, sum er allan leygardagin og nakað út á sunnudagin, er bæði at geva børnunum grundleggjandi venjing, at geva teimum eina uppliving saman við javnaldrum, og endamálið er eisini at reklamera fyri hesi ítróttini, og á henda hátt at fáa fleiri børn og ung at byrja at spæla badminton, upplýsir Jógvan Johannesen fyri Norðlýsinum.

Hendan legan er fyri børn undir 13 ár, og tá ið vit vitjaðu við myndatólinum, vóru á leið 20 børn og vandu, umframt venjararnar.

Tað skiltist á lagnum, at venjingarlegan ikki bara snúði seg um at venja, men eisini at skapa trivna.