Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Út við nevndini!

John William Joensen

Tá nevndarlimirnir í Føroyagrunninum frá 1971 siga seg hava tænt sína vernaplikt í norðoyggjum, tá er nakað álvarsamt galið.

Fyri at skilja yvirskriftina meða vit fara aftur til orsøkina til at Føroyagrunnurin bleiv stovnaður.

Kreppa rakti Kjølbrofyritøkuna síðst í sekstiárunum. Hendan bleiv loyst við at nationalbankin gav sum gávu 7 mill. Kr. Til ein grunn, sum kom at eita "Føroyagrunnurin frá 1971".

Tá eg var formaður í grunninum, bleiv mær sagt frá av persónum, sum vóru við at finna hesa loysn, at orsøkin til sjáldsomu samansetingina av nevndini var fyri at tryggja, at hetta ikki bleiv ein politiskur grunnur, sum landið kundi fara avstað við.

Útnevningin av limunum í nevndini er reint lokal, júst fyri at tryggja lokaláhugamál. Allir limirnir uttan tann eini, sum verður valdur av landsstýrinum, vera valdir eftir innstilling frá teim ymsu fakfeløgunum og kommununi her í Klaksvík.

So sigast má, at Nationalbankin, ið lat hesa stóru upphædd hevur tryggja seg fyri at hetta skuldi vera ein grunnur fyri samfelagið her norðuri, so væl sum tað nú kundi lata seg gera.

Um tað er rætt ella skeivt av grunninum ikki at vera við at endurreisa Kósavirkið við bátum, skal eg lata vera ósagt her. Men Føroyagrunnurin hevur við at selja seg partvís burturúr vinnuni, drenað vinnuna her í lokalsamfelagnum við kanska væl yvir 100 mill. Krónum.

Tí síggi eg at grunnurin hevur broytt seg, frá at vera ein góður bakkur fyri vinnuna og annars alt lokalsamfelagið her norðuri, til at vera ein professionellur fíggjargrunnur við køldum kyniskum handilsligum stevnumiðum fyri allar Føroyar og uttanlanda við, men bara ikki fyri norðoyggjar, sambært útsøgnum frá grunninum sjálvum sum sigur seg "hava tænt sína vernaplikt her norðuri".

Tílík úttala frá grunninum eigur ikki at fara afturvið uttan at fáa avleiðingar, tí eftir mínum tykki hevur hvør tann einasti í grunninum, sum stendur aftanfyri hesa útsøgn ikki bert svikið andan í stovnani av grunninum, men svíkur nú samfelagið her norðuri, so tað er bert eitt at gera, og vil eg heita á Landsstýrið um at fáa formannin útskiftan, samstundis vil eg heita á øll avvarandi feløg og kommunu, sum innstilla hesi, at heita á Landsstýrið, sum velur eftir innstillan frá tykkum, at fáa hesi fólk skift út sum skjótast, tí tað hastar at fáa grunnin aftur at virka eftir tí leisti sum Nationalbankin á sinni so innarliga ynskti, allar Norðuroyggjar at frama.

Við vón um bjarta
framtíð her norðuri.

Anskar Hansen

Fyrrv. Formaður Føroyagrunnsins.