Leygardagin 13/12 var “tunnilsdagur”, og tað merktist eisini á býarmyndini, at fólk nú av álvara eru farin undir jólakeypið.
Bæði í Fuglafirði, Runavík og í Klaksvík var ferðslan og stákanin av fólki av tí heilt nógva í stilla og kalda vetrarveðrinum.
Slíkar handilsdagar hevur veðrið altíð ein avgerandi leiklut, og hesaferð var veðrið av tí milda – stilt og kalt veður.
Fyri handlarnar er jólasølan sjálvandi sera avgerandi fyri samlaða úrslitið, og seinastu tíðina hava røddir verið frammi um, at jólasølan higartil hevur verið løk.
Hinvegin siga handilsfólk, at tað er ójavnt frá ár til ár, nær tann stóra jólasølan av álvara byrjar, og í ár kunnu tað hava verið umstøður, sum hava elvt til, at hon er heldur sein í gongd í ár.
Fólkið á gøtuni kennir sjálvandi ikki tølini, men um talið av viðskiftafólkum geva eina ábending, so var hesin tunnilsdagurin helst milum teir frægu.
Men jólini eru eisini í hond.




