Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Annfinn Danielsen, royndur ungdómsvenjari í fótbólti: FM-kappingar eiga at avtakast upp til 12 ár!

Norðlýsið ÍTROTTUR

Í hesi áhugaverdu samrøðu mælir royndi ungdómsvenjarin, Annfinn Danielsen, til at avtaka FM-kappingar upp til 12 ár og ístaðin at gera vikuskiftisstevnur.

Í einum samfelag, har virksemið er stórt innan ítrótt fyri børn og ung, ræður um at hava eitt kvalifiserað og konstruktivt orðaskifti um, hvussu hetta virksemið best verður framt.

Henda grein snýr seg um fótbóltsvirksemið hjá teimum yngru børnunum, og hvussu hetta skilabest kann verða lagt til rættis, bæði venjingar, úttøkur, kappingar o.s.fr.

Ungdómsvenjari við
drúgvum royndum

Sum eitt ískoyti til hetta orðaskiftið hava vit samskift við Annfinn Danielsen, sum í løtuni er ungdómsvenjara hjá MB (fyrr t.d. B36 og KÍ), fyri at fáa hansara sjón upp á støðuna innan hetta fótbóltsøkið, sum hann hevur brúkt meginpartin av sínum lívi uppá.

Fyri nøkrum árum síðan var Annfinn Danielsen ungdómsvenjari hjá KÍ, her hann gjørdi eitt sera stórt arbeiði fyri at menna og skipa ungdómsvenjingarnar og skipanina yvirhøvur í Føroya størsta fótbóltsfelag – eitt arbeiði, sum felag og leikarar enn ídag njóta ágóða av og byggjar víðari upp.

Annfinn hevur tí eitt sera gott grundarlag og egnar royndir til at seta fram sínar viðmerkingar.

Persónurin
skal eydnast

– Høvuðsdenturin í venjingini eigur at verða lagdur á, at luttakararnir í eini venjing hava góð upplivilsir saman, sigur Annfinn, og slær víðari fast beinanvegin, at venjingin eigur at verða løgd soleiðis til rættis, at hon ikki skilur millum góðar og minni góðar leikarar.

– Tað sum er umráðandi er, at luttakarin “eydnast” og ger framstig. Tað er av týdningi at persónurin eydnast.

– Hetta, at íðka ítrótt, er ikki bert ein spurningur um at duga teknikk og at vera bestur, men at vera partur í einari sosialari heild, sum hevur sett sær nakað fyri, og har tann einstaki kennir seg væl.

– Øll ítrótt snýr seg um eina sameining av hesum fýra viðurskiftum: (1) at duga kroppin, (2) at brúka høvdið, (3) at hava kreftir og (4) at orka.

Rætt til at
miseydnast

– Tann skipaði ítrótturin leggur lítlan og ongan dent á, at luttakarin kennir seg væl, staðfestir Annfinn og harmast um, at tað títt og ofta er soleiðis, at tann, ið ikki dugir nóg væl, ella ikki passar inn í heildina, má burtur úr tí valdandi ítróttarmentanini.

– Hetta eigur ikki at verða so! Tann sosiali tátturin eigur at verða í lagi, slær hann fast.

– Eins umráðandi og tað er, at persónurin eydnast, er tískil eisini rætturin at miseydnast. Er tað so, at tann einstaki stúrir fyri, at hann miseydnast, so er venjingin ikki góð.

– Tískil seti eg spurnartekin við, um kappingar upp til 12 ár ikki eiga at broyta skap og verða skipaðar á annan hátt, t.d. at allar FM kappingar upp til 12 ár verða avtiknar!

– Kappingarnar leggja ov stórt trýst á tann einstaka, ljóðar niðurstøðan hjá hesum roynda ungdómsvenjaranum, sum vísir á, at í roynd og veru liggur ein heil lívsfatan aftan fyri hesi sjónarmið hansara.

– Nýggj er henda lívsfatan kortini ikki, men oftast hevur hon verið roynd uttan fyri ta etableraðu ítróttarverðina.

– Meiningarnar eru nógvar, tá ið talað verður um talentmenning, og henda áskoðan er tí heldur ikki uttan mótstøðu.

– Tað kemst tó ikki uttanum, nú vit tosa um talentmenning, at royndirnar í nógvum førum vísa eina skeiva gongd við óhepnum avleiðingum av at deila børnini upp á ov ungum aldri, har ein ógvuliga tíðliga velur elituna og tí missur breiddina av ungum leikarum, tí nógv velja at gevast av hesum ávum.


Piltalið og
formulalið

– Føroyar eru eitt so lítið fótbóltsøki, at tað skuldi borið væl til at fingið hesi sjónarmið knæsett, helddur Annfinn Danielsen.

– Tann samfelagsligi spurningurin er, hvørja uppgávu ítróttarfeløgini skulu hava.

– Tað er ómetaliga snævurskygt, at eitt piltalið skal venjast og metast eftir, um hetta er eitt komandi Formulalið!

– Fyrst og fremst er talan um ein hóp av børnum, og tey koma við rættiliga ymiskum fortreytum, og
tað kann ikki vera høvuðsuppgávan hjá felagnum beinleiðis ella óbeinleiðis, at bera so í bandi, at tey kunnu pakka saman.

– Uppgávan má vera at geva teimum høvi til at brúka kroppin, so tey kenna seg væl, og so tey gerast betri uttan at verða sett upp ímóti hvørjumøðrum.

– Ikki minst í hesum tíðum, har børn flyta og røra seg alsamt minni og minni, er tað ein samfelagsuppgáva, at børnini fylkjast um spælið, sum er til fyri børnini – og ikki gera spælið til annað.

Ikki ímóti
kapping

– Eg eri ímóti kappingum, sum býta børn upp og ger, at tey miseydnast, sigur Annfinn Danielsen og vísir á, at tað letur seg gera at gera venjingar og íðkanir, sum røkka hesum.

– Turnerings-mentaliteturin – altso kappingar, sum strekkja seg yvir eitt kappingarár við stigarokning – eru ikki sunnar fyri hesi viðurskiftini, tí slíkar kappingar leggja upp til eina venjing, sum býtir børnini upp, tí endamálið verður tá ikki góð upplivilsi, men tvey stig næsta dyst, føroyameistaraheitið, tá ið árið er av o.s.fr.!

Vikuskiftisstevnur
ístaðin fyri FM

– Eg mæli tí til, at kappingar verða avtiknar upp til 12 ár, og ístaðin at gera vikuskiftisstevnur.

– Stevnurnar skulu, umframt vanligu kappingarnar, eisini hava aðrar kappingar, eisini við blandaðum liðum, sigur Annfinn, sum heldur, at á summum stevnum kunnu foreldrini verða við, og so kundu luttakararnir sjálvandi búð saman undir stevnuni.

– Liðspælið er ein eind av teknikki, taktikki og fysikki.

– Munurin er bert, at vit leggja dent á, at luttakararnir kenna seg væl saman og eru við til at taka avgerðirnar.

– Tað skuldi verið løgið, um verri fótbóltslið komu burtur úr hesum!!

Meiri fjøltáttað
ítróttarfólk

– Kanningar benda á, at vit við tí skipan, sum eg her mæli til, fáa fótbóltsspælarar, sum ikki so tíðliga skara framúr, men sum halda longur, og sum hava munandi størri menniskjansligar eginleikar.

– Eisini fáa vit ítróttarfólk, sum eru nógv meiri fjøltáttað: Barnið fær eyga fyri bóltspæli sum heild og kann tí uttan stórvegis trupulleikar spæla flogbólt, handbólt o.s.fr.

– Hetta mátti verið sum skorið til føroysk viðurskifti, har feløgini eru so smá og kortini umfata fleiri ítróttargreinar, heldur Annfinn Danielsen.

Felagskenslan er
kvald av pengum

– Felagskenslan er nú søga í føroyska ítróttarheiminum.

– Tað er ein óheppin tendensur, at spælarar nú verða keyptir frá felag til felag.

– Hesar umstøður ganga út yvir felagskensluna í og uttan um felagið, soleiðis at hon í mongum førum ikki røkkur longur enn til hetta at vilja vera við til venjingarnar og at eggja 1. liði felagsins um vikuskiftini.

– Tískil gerst tað trupult at útvega leiðarar, hjálparfólk og venjarar, kanska serliga til tey yngru liðini, og manga staðni gongur enn verri við at manna nevndirnar á aðalfundum, staðfestir Annfinn, og leggur so aftrat, at ein mangan heldur ikki sær nevndarlimirnar, tí hesir eru úti at bjarga felagnum pening í ein tóman felagskassa.

– Ja, nevndarviðurskiftini eru sera ørkymlandi fyri menningina!

– Eg spyrji bara: Hvat er tað, vit venja okkara ungdóm til??

Gjalda
og krevja

– Vit síggja, at felagshølini verða misrøkt, tí byrðarnar liggja á nøkrum fáum herðum, og helst teimum somu ár um ár, til tær leggjast fyri, og aðrar koma ístaðin.

– Føroysku ítróttarfeløgini eiga at ansa eftir ikki at koma í ta støðuna, at tað er bara at gjalda limagjaldið, so ber til at krevja allar sømdir sum eina sjálvfylgju.

– Denturin eigur at verða lagdur á, at so nógvir limir sum møguligt eru um at gera felagsarbeiði.

– Gaman í fáa summi feløg kommunurnar at røkja felagshús fult og heilt, men sannleikin er helst, at hetta er ein bjarnatænasta  fyri felagið.

– Eg spyrji bara: Hvat er tað vit venja ungdóm til??

Tørvur

– Vit síggja, at graslíkisvallir verða nýttir sum spælipláss, og tað er gott og eigur at halda fram, uttan at hetta spæl verður skipað av vaksnum.

– Men hetta er væl eisini tekin um ein tørv, sum røkkur nógv longur enn til tey, sum eru á vøllinum.

– Kanska er tað eitt hugskot at lata hallirnar upp fyri børnunum eisini?


Norðlýsið takkar Annfinni Danielsen fyri samrøðuna.