Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Rindar tú eisini fyri at halda spurvarnar heitar?

(Hannefía Joensen)

Í døgunum 15. til 31. oktober, er framsýning á torginum í 2×3 í Tórshavn, har vit bjóðað almenninginum inn at síggja ítøkiligar háttir at bjálva bygningskonstruktiónir.

Orkunýtsla og CO2-útlát
Seinastu árini hevur evnið orkunýtsla og CO2-útlát verið nógv umrøtt. Tey flestu meta tað sum eitt álvarsmál, og fólk flest eru samd um, at framtíð okkara sær ikki bjørt út, um vit ikki gera okkurt munagott fyri at minka um orkunýtsluna og CO2-útlátið, ið stendst av stóru nýtsluni.

So er spurningurin, hvat hvør einstakur okkara í veruleikanum ger fyri at minka um CO2-útlátið, og um tað sum vit gera, munar nakað. Tað kann vera trupult at vita, júst hvat gerast skal.

Nógv hevur verið at hoyra um alternativar orkukeldur av ymsum slag, og eisini eru íløgur gjørdar í slíkar orkukeldur seinastu árini bæði privat og alment. Eitt nú eru íløgur gjørdar í verkløg, ið útvinna orku úr vindi og sól, og harumframt hava nógv keypt sær hitapumpur fyri at minka um oljunýtsluna.

Felags fyri tær loysnir, sum vit kenna í dag, er, at tær eru ikki støðugar og javnar, og at tær hava eina livitíð, sum ger, at hesar loysnir illa løna seg, tá ið oljuprísurin er niðan fyri eitt ávíst mark.

Hvat kunnu vit gera fyri at minka um orkunýtsluna
Í sambandi við bygging í Føroyum hevur ikki verið siðvenja at geva bjálving og orkunýtslu serliga stóran ans. Fyri nøkrum árum síðan var vanligt at hoyra útsagnir sum t.d. at ”hús skulu ikki vera ov tøtt!” o.tíl.

Hetta má takast við fyrivarni, tí tað er ein sannroynd, at stórur partur av sethúsunum í Føroyum er ov illa bjálvað í mun til tey krøv, sum verða sett í londunum uttan um okkum í dag.

Eitt nú kann nevnast, at ein húsaveggur úr timbri, sum lýkur krøvini til lágorku í Norðurlondum, skal vera neyvt dupult so tjúkkur sum húsaveggurin, ið vit vanliga kenna í Føroyum.

Harumframt verða sonevndar lufttrýstroyndir gjørdar av lidnu húsunum fyri at staðfesta, um konstruktiónin er nóg tøtt.

Sum frá er liðið er tað vorðin almenn fatan, at vit koma ikki á mál við at stara okkum blindan at, hvørjari keldu vit fáa orkuna frá, men at vit eisini skulu minka um nýtsluna.

Samstundis má eisini gáast eftir, um livitíðin á íløgunum er nóg long, tá ið vit skulu rokna út, hvussu nógv vit kunnu minka um orkunýtsluna og útlátið.

Frá altjóða felagsskapum, ið fáast við spurningin, verður mælt til at fara eftir bjálving og eftirbjálving fyrst.

Hetta er tann skjótasti og effektivasti hátturin, at fáa orkuýtsluna á eitt lægri støði. Og yvir eitt longri áramál er bjálving nógv tann býligasta íløgan ein kann gera, fyri at náa eini minni orkinýtslu.

Spurningarnir eru tó nógvir: Hvat skulu vit gera? Hvar fáa vit best burturúr? Hvussu umfatandi er inntrivið? o.s.fr.

Okkara íkast
Við okkara royndum innan bygging í rygginum, hava vit í timburhandlinum gjørt av at geva okkara íkast til evnið, og hava vit savnað ein hóp at tilfari um bjálving og eftirbjálving í ein faldara, sum kemur í hvørt hús týsdagin tann 20. oktober.

Við hesum faldara og okkara royndum í sambandi við bygging ynskja vit at varpa ljós á, hvussu tað er møguligt hjá hvørjum einstøkum at bøta um bjálvingina á sethúsum og bygningum og harvið minka um tørvin á orku til upphiting.

Framsýning í 2×3 í Tórshavn
Í døgunum 15. til 31. oktober, er framsýning á torginum í 2×3 í Tórshavn, har vit bjóðað almenninginum inn at síggja ítøkiligar háttir at bjálva bygningskonstruktiónir. Okkara egna fakfólk og veitarar av bygningslutum greiða frá hvørjir møguleikar eru, og hvussu hitatap kann staðfestast.

Vælkomin í okkara verð.