Harleywoodpaint
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Per Petterson: Bannað veri tíðaráin

Oliver Joensen

Bók, sum Jákup úr Skemmuni hevur týtt úr norskum. Um bókina verður sagt í tíðindaskrivi:

Longsil og ektaðar kenslur millum móður og son
Fyri "Bannað veri tíðaráin", hevur Per Petterson higartil bæði fingið norska Kritikerprisen, norska Brageprisen og 28. oktober fekk hann í Stokkhólmi handaða Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri skaldsøguna Bannað veri tíðaráin. Bókin kom út á norskum í fjør og er fyribils seld til útgávu í 17 londum. Bara í Noregi er hon higartil seld í 100.000 eintøkum. Fyrra bókin, Út at stjala ross, sum m.a er lisin upp í Útvarpi Føroya, er prentað í meir enn 1 millión eintøkum og týdd til 46 tungumál.

Petterson gevur einki einfalt svar, onga uppskrift uppá, hvussu tú skalt liva lívið, hvussu tú skalt røkka hinum partinum. Málið í Bannað veri tíðaráin (á norskum "Jeg forbanner tidens elv") er nakið og bart út – einki uttanumtos ella snildisliga orðað gabb – hann skapar týðiligar og livandi myndir. Fyrra skaldsøga hansara, Út stjala ross, sum hevur vunnið bókmentavirðislønir um allan heim, og er seld í stórum tali, higartil týdd til 46 tungumál, var skrivað eftir sama leisti. Har segði høvuðspersónurin okkurt sovorðið sum "Tú ræður sjálvur fyri, nær tú skalt fáa ilt". Eisini har snúði bókin seg um viðurskiftini við næstingar okkara, við tey, sum hava størstan týdning fyri okkum, við tey, sum volda okkum størstu gleði – og meinasta trega. Um, hvussu torført tað kann vera at samskifta. Heitið á bókini hevur rithøvundurin lænt úr einari yrking hjá Mao, sum varð nógv lisin hesi árini: Broysknar myndir frá fráferðini og landsbygdini tá/Bannað veri tíðaráin: nú eru tríati og tvey ár síðan…

Eitt og hvørt menniskjalív ber søgu í sær. Tær støður, vit taka, og tær, sum vit ikki taka, gerast søgan um okkum. Kanska varnast vit ikki umgreiningarnar av hesari søguni á lívsleiðini, hvussu hon breiðir seg aftur eftir í okkara egnu ætt, hvørjar avleiðingar tað hevur fingið, at fedrar ella møður okkara eisini hava tikið avgerðir við stórum avleiðingum. At vísa seg smáar rørslur í stutta lívi okkara, sum tá ið samanum kemur fáa heilt óvæntaðan týdning. Venda vit okkum við, hóma vit sovorðið sum eitt skuggaspæl í okkara egnu fortíð. Í glottum skríma vit tað lagnutunga, sum liggur í støðum, sum vit ikki fáa yvirlit yvir fyrr enn væl seinni. Men tá er ov seint, og vit noyðast sum frægast at liva lív okkara at enda.

Sovorðnar avgerandi støður leitar høvuðspersónurin hjá Peri Petterson aftur á í hesari fleirfalt virðisløntu skaldsøguni. Árið er 1989, heimurin rumsast við, múrurin millum eystur og vestur fellur; nakrar rembingarmiklar dagar hetta heystið eru vit saman við alter ego Pettersonar, Arvid Jansen, 37 ára gamal. Hann skal skiljast og er staddur í einari tilveruligari kreppu. Mamma hansara, sum er fødd í Danmark, hevur fingið staðfest krabbamein og ger við sjógv á baki brádliga ferð til Danmarkar við gomlu ferjuni Holger Danske. Hon hevur okkurt ógjørt har.
Tveir dagar seinni fer Arvid aftan á hana og í summarhúsið, haðan hann hevur so mong góð minni frá dreingjaárunum. Kanska var avgerðin um at gevast við lestrinum, og í staðin gerast arbeiðsmaður og vísa arbeiðarunum samhuga samsvarandi floksins stevnumiðum, ikki so skilagóð kortini? Tað helt mamman, ið hvussu er, um tað mundið, tá ið hann segði tað fyri henni, og tað heldur hon framvegis.
So taka 70-árini við: Arvid er verksmiðjuarbeiðari. Hann hevur proletarisað seg og í eygum móðurinnar latið høvið til eitt annað lív enn tað, hon sjálv hevur havt, gleppa sær av hondum. Ein morgunin sær hann ta ungu gentuna í bláum frakka á einari jarnbreytarstøð. Tey hittast, og tey koma saman; tað eru bara tú og eg, siga tey hvørt við annað, bara tú og eg. Og so gongur tíðin.
Per Petterson lýsir bersøgin viðurskifti millum menniskju á ein falsleysan hátt. Arvid verður sum ein óviti, ið roynir at fáa samband við mammu sína, hon vísir honum frá sær, ferð eftir ferð. Lesarin kann bara ímynda sær, hvør orsøkin er. Hugsanir Arvids um fortíð og uppvøkstur sín saman við trimum brøðrum og einum fjarstøddum pápa geva bara eina veika mynd.
Rithøvundurin kennir 60- og 70-árini til fulnar, men hetta er eingin uppvakstrarskaldsøga. Upplivingar Arvids og tankar í nútíð leita lættliga aftur til fortíð, til byrjanina á einum ástarsambandi, til minni frá summarhúsinum við donsku strondina. Og hesi umskiftini eru ógvuliga natúrlig og leggja eftir seg myndina av einum sinni í partvísum ruðuleika, av einum høvuðspersóni, sum roynir at krøkja seg í veruleikan her og nú, men verður ørkymlaður av gomlum upplivingum.
BRAGEPRIS-NEVNDIN: «Á óskaputan hátt sker hann inn á bein. Málið er einfalt, men við høgari dygd setning fyri setning ígjøgnum alla bókina.»

KRITIKERLAGET, felagið hjá norskum ummælarum, sum letur Kritikerprisen: "Við sínum sermerkta, undirspælda, men beinrakna máli til hjálpar heldur Per Petterson fram í bók sínari frá í fjør kanningar sínar á háspenta kraftfeltinum millum menniskju, sum eru knýtt hvørt at øðrum bæði av skyldskaparligari tilvild og lagnutungum tilburðum. Á tann hátt heldur hann eisini fram við einum av ógvuliga væl kendu evnunum frá fyrru skaldsøgum sínum".
GEIR VESTAD, HAMAR ARBEIDERBLAD: "Bannað veri tíðaráin eftir Per Petterson er í serflokki besta norska skaldsøgan í 2008. Hann hevur aftur skrivað eina skaldsøgu við merkisvert sterkum málráki um teir stóru spurningarnar í lívinum, við byrjanarstøði í at vísa seg smáum hendingum … Alt kemur í hæddina í einari niðurstøðu, har Arvid hugleiðir um deyðan, sum helst man vera nakað av tí yndisligasta, Petterson hevur skrivað, júst tí at tað er so konsekvent ódramatiskt og hóvligt, men kortini – ella júst av tí – so ótrúliga sterkt".
TRINE STYVE VARLO, HAUGESUND AVIS: "Petterson hevur eitt gerandisligt, poetiskt mál, sum fær tárini fram í eygnakrókunum og skrivar um sovorðið, sum viðkemur øllum … Leita tær Út at stjala ross fram aftur og halt so fram við hesari. Tað loypur brell á teg eftir tínum egna lívi. Og annara"
NIELS FREDRIK DAHL: “Ein titrandi fjálg og hjartanemandi lesiuppliving.”
TURID LARSEN, DAGSAVISEN: ”Prosatekstur eftir ein nýtíðar meistara … fyltur við samanadrignum spenningi, døkkum undirtónum, ósøgdum kærleika, ráðaloysi, sorg og bitrum speisemi. Alt samalt skrivað á einum pertnum og hóvligum, men kortini poetiskum máli, sum er burturav pettersonskt í sínum óuppgjørda framburði … Petterson megnar á ein hugtakandi hátt at skriva eina fjøltáttaða ættarsøgu”.
BJØRGULV BRAANEN, KLASSEKAMPEN: ”Noreg hevur fingið ein rithøvund í altjóða mæti. Per Petterson staðfestir við hesari nýggju bókini støðu sína sum ein av Noregs mætastu rithøvundum … eingin annar norskur rithøvundur megnar at skriva um tilveruligar spurningar á ein tilsvarandi hugnemandi og hugfangandi hátt sum Petterson … Bøkur hansara kunnu í ljósstyrki javnmetast við bøkurnar hjá Philip Roth … mítt besta viðmæli”.
FREDRIK WANDRUP, DAGBLADET: "Loyndarmálið undir hugfangandi máli hansara liggur í teimum virtuosa umskiftunum millum stuttar, sterkar setningar og langar, hugtølandi orðingar … Á henda hátt ger Petterson tað gerandisliga til nakað eindømisligt í tilveruni. Ikki við at greiða frá, at tað er tað, men við at vísa tað fram og lata lesarans aftursvar liggja sum eitt minuøki millum orðini … Á ein makaleysan hátt umskapar Per Petterson lívsroyndir sínar til skaldskap."
POLITIKEN: «Eitt av tíðarinnar stóru ritverkum … Pettersons bøkur eru ein gróðrarríkur grøni av stílkenslu og jarðbundnum klókskapi".
BERLINGSKE TIDENDE, 5 STJØRNUR: ”meistaralig … ein djúpt hugtakandi skaldsøga.”
SINDRE HOVDENAKK, VG: ”Hetta er ein bók á tremur av gløggum hugleiðingum, trúverdum umhvørvislýsingum og óvæntaðum orðingum … Bannað veri tiðaráin er ein sterk bók”
ANNE CATHRINE STRAUME, NRK P2: ”At síggja lívið úr sonarins sjónarhorni og úr móðurinnar sjónarhorni, tað meistarabragdið megnar Per Petterson … Málið er beinrakið og reinsað fyri falslótir … ein frásøgn, sum fær lesararnar til at binda sambond millum tað lítla lívið og tann stóra heimin. Hetta er ein skaldsøga, sum endavendir stórum og smáum”.
INGUNN ØKLAND, AFTENPOSTEN: "… ein árínilig og sterk skaldsøga … Petterson teknar eina glógvandi lýsing av einari deyðadømdari mammu, men einari kvinnu, sum ræður sær sjálvari, og sum setur sær fyra at gera eina skilnaðarferð".
LASSE MIDTHUN, MORGENBLADET: "Petterson finnur orð, sum negla sambandið millum móður og son saman í lesaranum … Pettersons egna vangamynd sum rithøvundur er vorðin sterkari og greiðari. so hvørt sum lutirnir í putlispælinum eru vorðnir fleiri. Lesarararnir eru vorðnir fleiri og fleiri, dygdin støðugt hægri .. Ja, hevði Petterson verið Arvid, kundu vit sagt, at tað mundi nú ikki vera so galið við hasari útbúgvingini kortini".
INGER MARIE KJØLSTADMYR, NATIONEN: "Avgjørda styrkin í hesari skaldsøguni er frásøgustílurin, sum er dárandi, nær og ósjálvhátíðarligur. Nakrir rithøvundar eru, ið mest sum skriva orð síni inn i blóðið á lesaranum, og Petterson er ein sovorðnir rithøvundur. At lesa hesa skaldsøguna kendist næstan sum at práta við ein gamlan kennning" .
STEINAR SIVERTSEN, STAVANGER AFTENBLAD: "Hjartanemandi tvílýsing av móður og soni … sorgblíð, fjálg og rørandi … ein vælsignað óskaputur, stíltryggur frásøgumaður, sum megnar at finna nóg smá orð til nóg stórar kenslur. So les Bannað veri tíðaráin. Tú hevur tað uppiborið".
KARI WÆRUM, FREDRIKSSTAD BLAD: "Per Petterson nýtir gerandisligar, smáar hendingar og lutir, hvussu tú heldur á einari sigarett, luktin av einum sjómansjakka, kuldan, sum bítur um fingrasnipparnar – til at lýsa søgufólk síni í tíðar– og staðarmyndum, sum lesarin kann fara beint inn í og sjálvur kenna á sær sjálvum … Málið er einfalt, dámligt – og meistaraliga snikkað til".
MERETE RØSVIK GRANLUND, DAG OG TID: "Betri heystbók fært tú ikki … ein melankolsk vøkur heystferð, fullkomin frá fyrsta bókstavi til síðsta punktum … Av sonnum meistaralig er lýsingin av teimum evarska smáu báknunum, sum fara fram ímillum menniskju, sum nóg illa tosa saman … tað kenst satt og ektað í øllum lutum"
IRENE GRESSLI HAUGEN, FÆDRELANDSVENNEN: "Eg má bara bukka virðiliga fyri, hvussu hesin rithøvundurin hevur verið førur fyri at skapa eitt listamál við støði í Groruddal-málføri … Málið er tætt, poetiskt og samstundis jarðbundið og sannførandi … Við varnum penni skrivar Petterson tær truplu samrøðurnar fram, longsilin eftir nærleika og teimum innihaldsríku støðunum, har lívið vendir, ella kundi vent, men kortini ikki gjørdi tað"
JYLLANDS-POSTEN, 5 STJØRNUR: ”Petterson er virtuosur … ein ótrúliga fín, djúphugsin skaldsøga… Sum altíð hjá Per Petterson er málið ævintýrliga ríkt, greitt og beinrakið, og tú sleppir honum ikki av góðum huga.”
ANETTE JENSEN, FLENSBORG AVIS: "Tíðin rennur, og vit kunnu ikki renna undan valum okkara í tilveruni. Petterson skrivar um hetta evnið við nervum og sterkum áhuga. Sum lesari verður tú hugfangaður av lagnulýsingum hansara, og tú bíðar altíð við longsli eftir næstu útgávu frá hansara hond".
Per Petterson verður ofta samanborin við stórmeistarar sum t.d. Ernest Hemingway og Raymond Carver. Kápuna hevur Tróndur Patursson teknað, Jákup í Skemmuni hevur týtt úr norskum, og útgevari er forlagið Nýlendi. Bókin, sum er 250 síður, er gjørd prentbúgvin hjá Cre8 í Klaksvík og prentað og heft hjá Narayana Press í Danmark. Bannað veri tíðaráin fæst í øllum bókabúðum fyri 200 krónur. Kulturkontakt Nord hevur stuðlað útgávuni. NRK-síða um Per Petterson: http://www.nrk.no/nyheter/kultur/litteratur/1.6837173