Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Landsstýrismaður játtaði almennum stjóra 125.000 kr. í lønarhækking 

John William Joensen

Sum løgtingslimur var Poul Michelsen harðliga ímóti at Visit Faroe Islands varð skipað sum alment partafelag og undir tingvigerðini kallaði hann m.a. ætlanir hjá fyrrverandi landsstýrismanninum Johan Dahl, fyri “….junks” at lata nøkrum persónum almennar pengar at játta til hvønn annan….”. Men bert 33 arbeiðsdagar eftir at Poul Michelsen, varð vorðin landsstýrismaður valdi hann at geva stjóranum í almennum partafelag eina lønarhækking á góðar kr. 125.000,- við afturvirkandi kraft.

Sambært lóg um P/F Visit Faroe Islands (sí lóg her http://logir.fo/Logtingslog/62-fra-15-05-2014-um-PF-Visit-Faroe-Islands) skal landsstýrismaðurin góðkenna lønina hjá stjóranum Í P/F VISIT FAROE ISLANDS. 
 
Norðlýsið hevur fingið innlit í setanarsáttmálan, Johan Dahl fyrrverandi landsstýrismaður hevur undirskrivað og ískoyti til setanarsáttmálan, sum Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum hevur undirskrivað. 
 
Í uppruna setanarsátmálanum hjá stjóranum frá 5/2 – 2015, varð upprunaliga lønin hjá stjóranum avtalað at verða í 37. lønarflokki, kr. 45.935,31 um mánaðin umframt kr. 6.890,30 í eftirløn, sum tilsamans gevur eina mánaðarløn á kr. 52.825,61.
 
Afturat hesum ásetti sáttmálin at stjórin hevði rætt til at fáa eitt bonus um málsetningur, sum nevndin í P/F Visit Faroe Islands setur á hvørjum árð, er rokkin. “Bonus” er ein mánaðarløn og verður útgoldi tá ársroknskapurin fyriliggur. 
 
Hetta merkir at mánaðarlønin hjá stjóranum í P/F Visit Faroe Islands var sambært upprunaliga sáttmálanum frá 2015 kr. 57,227,47 um mánan íroknað pensjón og bonus. Harafturat sigur sáttmálin at P/F Visit Faroe Islands endurrindar stjóranum fyri at brúka egnan bil/telefon eftir teimum reglum, sum galda fyri almenn starvsfólk. Sambært reglunum fyri almenn starvsfólk er virði av nýtslu av egnum bili og telefon millum 80.000 kr. og umleið 100.000 kr. um árið.
 
Játtar stjóranum hægri løn
Einans 9 mánaðar eftir at uppruna setanarsáttmálin varð undirskrivaður, tann 5. februar 2015, verður í november 2015 (einans 33 yrkadagar eftir at nýtt landsstýrið tók við,) undirskrivaður ein ískoytissáttmáli í vinnumálaráðnum av Poul Michelsen.

Í ískoytissáttmálanum verður lønin hjá stóranum hækka tveir lønarflokkar, úr 37. lønarflokki til 39. lønarflokk. Lønarhækkingin verður harafturat sett í kraft afturvirkandi, at galda frá 1. september 2015 tá Johan Dahl var landstýrismaður í Vinnumálum,. Grundlønin hjá stjóranum verður hækka úr kr. 45.935,31 til kr. 54.339,50 um mánaðin.
 
Hetta er ein lønarhækking av grundlønini á kr. 8.404,19 um mánaðin ella á kr. 100.850,28 um árið.
 
Sambært upprunaavtaluni fær stjórin 15% í eftirløn, so mánaðarlønin er við undirskriftini hjá landsstýrismanninum sett at verða kr. 62.450,42 við pensjón. 
 
Íroknað pensjón og bonus gevur hetta stjóranum í Visit Faroe Islands kr. 812.335,46 um árið. 
 
Lønarhækkingingin er tilsamans kr. 125.605,36 árliga, svarandi til góð 15,5% eftir at stjórin hevur verið í starvið í góðar 8 mánaðar. Harafturat verður upplýst úr fíggjarmálaráðnum, at mánarlønin hjá 39. lønarflokki er hækkað síðani við tí sum svarar til umleið kr. 2.000,- afturat mánaðarlønini síðan 2015.
 
Sostatt kunnu vit stað festa at síðan P/F Visit Faroe Islands fór at virka í 2015 til dags dato hevur stjórin í P/F Visit Faroe Island fingið eina lønarhækking, sum er umleið 150.000 kr..
 
Stjórin villeiddi
Í viðmerking til grein í Norðlýsinum, sum viðgjørdi lønarviðurskiftini hjá felagnum út frá almennu roknskapunum hjá P/F Visit Faroe Islands, gjørdi stjórin í visit Faroe Islands vart við at greinin bygdi á skeivar upplýsingar. Sambært almennu roknskapunum sum Norðlýsið brúkti í nevndu grein var lønin hjá stjóranum:
 
2017      kr. 796.654    
2016      kr. 777.853   
2015      kr. 593.887
 
Men stjórin gjørdi greitt at hon fingið umleið kr. 50.000,- um mánaðin í løn, øll árini eisini áðrenn partafelagið varð stovnað.
Eftir samrøðuna við stjóran, avgjørdu vit at taka greinina av heimasíðuni og skrivaðu eina rættleiðing, sum bygdu á nýggju upplýsingarnar frá stjóranum.

https://nordlysid.fo/tidindi/21639/raetting-til-lonarvidurskiftini-hja-stjoranum-i-visit-faroe-islands 

Landskassin rindar raksturin.
Hóast talan er um eitt vinnuligt partafelag, eigur landið felagið 100% og  P/F Visit Faroe Islands hevur allar sínar inntøkur úr landskassanum.
 
2018   17,8 mió. kr. stuðulsjáttan –  stuðul til limagjald 500.000 –    1,5 marka til innlendis virksemi.
2017   13,4 mió. kr. stuðulsjáttan –  sktuðul til limagjald  500.000 –  2,0 mio kr. marka til innlendis virksemi
2016   13,4 mió  kr. stuðulsjáttan
2015    13,4 mió. kr. stuðulsjáttan
2014    12,9   kr. stuðulsjáttan  –  stuðul til limagjald 500.000  –  500.000 stovnsetan av partafelag.
 
Landstýrismaðurin var sum tingmaður harðliga ímóti
Tá undanfarni landsstýrismaður í vinnumálum legði uppskot um at stovnað almenna partafelagið fyri løgtingið, sæt Poul Michelsen í løgtinginum og varð harðliga ímóti og hann legði ikki fingrarnar ímillum. Harafturat atkvøddi hann ímóti lógaruppskotinum, sum bleiv samtykt tann 8. mai 2014.
 
Undir orðaskiftinum segði løgtingslimurin Poul Michelsen m.a.:
 
….Løgtingið snýtur seg sjálvt….
 
….Mær dámar ikki at man umsitir pengar hjá øðrum á hendan hátt….
 
…..Hví velja eina skipan sum forkvaklar partafelagslógina…..
 
…. eg skrivaði persónligt bræv til Vinnuhúsið har eg mótmælti, at Vinnuhúsið tók undir við at landsstýrið brúkar lógina um vinnurekandi partafeløg til at reka eitt felag, sum hevur allar sínar inntøkur frá landskassanum…..
 
….Hetta er nakað “junks” at nakrir persónar skullu sleppa at sita og fordeila hvør øðrum almennar pengar….
 
….Eg orki ikki hetta her, at man ferð eftir ferð megnar at snýta almennu skipanina…
 
Landsstýrismaðurin hevur havt eina viku at gera viðmerkingar, men enn hava vit einki frætt úr Vinnumálaráðnum.
 
Sí lógaruppskot og hoyr orðaskifti í løgtinginum her:
http://logting.fo/casenormal/viewState.gebs?caseState.id=14443&menuChanged=16

 
Niðanfyri ber til at hoyra brot úr tí sum løgtingslimirnir, Poul Michelsen, Henrik Old og landstýrismaðurin Jóhan Dahl søgdu undir orðaskiftinum í Løgtinginum, tá login um P/F Visit Faroe Islands varð samtykt í 2014.
 
Poul Michelsen atkvøddi ímóti uppskotinum.