Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rætting til lønarviðurskiftini hjá stjóranum í Visit Faroe Islands

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  11.05.2018 - 15:41 Politikkur Tíðindi

Fyr kortum skrivaðu vit um lønarviðurskiftini hjá P/F Vist Faroe Islands. Í greinini, sum var bygt á roknskapirnar hjá parta felagnum staðfestu vit at stjórin fekk kr. 66.387,83 um mánaðin. Guðri Højgaard vísir á at hetta er ikki rætt tí í hesum talinum í roknskapinum er íroknað pensjón.

Sambært stjóranum í Visit Faroe Islands, hevur hon fingið umleið kr. 50.000,- um mánaðin øll árini eisini tá felagið varð alment.

At grannskoðari felagsins hevur broytt mannagongd og hevur bóka pensjónina uppá lønina okkurt árið og ikki øll, er ein tekniskur spurningur.

P/F Visit Faroe Islands fór at virka sum alment partafelag í 2015, og sambært roknskapunum fram til 2017, sum eru alment atgongiligir, staðfesti Norðlýsið at lønin hjá stjóranum, Guðri Højgard var hækka á hvørjum árið:

  

2017      kr. 796.654    

2016      kr. 777.853   

2015      kr. 593.887

Norðlýsið bað eisini formannin í P/F Visit Faroe Islands um viðmerkingar til tað sum kom fram í greinini og einasta viðmerkingin var at stjórin hevði gjørt eitt gott arbeiði og var verd sína løn.

Útfrá roknskapartølunum, staðfestu vit at størri partur av lønarútreiðslunum vóru seinastu árini farin til at løna stjóranum.

Men hetta var heldur ikki rætt av tí at uppsetingin av tølunum í roknskapinum eru broytt og tí kunnu tølini ikki samanberast.

Vit skulu tí biðja leiðsluna í P/F Visit Faroe Islands um umbering fyri skeivu útleggingina av roknskapartølunum hjá P/F Visit Faroe Islands.

Stjórin í P/F Visit Faroe Islands fær sambært henni sjálvari kr. 50.000,- um mánaðin (red: +15.000 kr. Í pensjón og + 8.000 kr. sum nevndarlimur í P/F Posta).

 

Landskassin rindar raksturin.

Hóast talan er um eitt vinnuligt partafelag, eigur landið felagið 100% og  P/F Visit Faroe Islands hevur allar sínar inntøkur úr landskassanum.

 

2018   17,8 mió. kr. stuðulsjáttan -  stuðul til limagjald 500.000 -    1,5 marka til innlendis virksemi.

2017   13,4 mió. kr. stuðulsjáttan -  sktuðul til limagjald  500.000 -  2,0 mio kr. marka til innlendis virksemi

2016   13,4 mió  kr. stuðulsjáttan

2015    13,4 mió. kr. stuðulsjáttan

2014    12,9   kr. stuðulsjáttan  -  stuðul til limagjald 500.000  -  500.000 stovnsetan av partafelag.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum