Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein nýggjur filmur um Livar Nysted

Danial Viðoy

Í eini roynd at marknaðarføra Føroyar sum ferðavinnuland, er gjørdur ein áhugaverdur filmur um Livar Nysted. Filmurin er í høvuðsheitum um tað, hann higartil hevur fullført og tað, ið nú liggur fyri framman.

Tað er eingin loyna at Livar Nysted er ein hetja í Føroyum. Hann er tann, sum leggur mest fyri innan rógving í Føroyum. Eingin ivi.

Víst nokk eru útlendingar áhugaðir í hetjum frá fyrndartíð og koma tískil at vitja søguligu Føroyar. Men ein hetja, sum enn er á lívið, burdi saktans eisini elvt áhuga millum útlendingar.

Visitfaroeislands.com, ið roynir at marknaðarføra Føroyar innan ferðavinnu, hevur nú gjørt eina portrett um raska mannin úr Hvannasundi.