Leygarkvøldið 4. mei kl. 20.30, verður aftur konsert í Tøting.
Leygarkvøldið 4. mei kl. 20.30, verður aftur konsert í Tøting.
Hesi fara á pall:
Lena Andersen:
“Lena Anderssen og maður hennara Niclas Johannesen skriva í løtuni tilfar til komandi útgávu, ið verður tann fimta í røðini. Undanfarna fløgan “Letters From The Faroes” ið varð kosin ársins fløga á Planet Awards í 2011, kom út í Danmark í fjør. Tónleikurin av fløguni hevur verið nógv spældur í donskum útvarpi og útvarpsstøðin P4 valdi fløguna til “Ugens Album” í november. Seinni í ár gongur túrurin til Norðuramerika, umframt at Lena eisini skal til Grønlands og Danmarkar at hava framførslur.
Í Tøting fer Lena at framføra bæði eldri og okkurt heilt nýtt lag. Við sær hevur hon Niclas Johannesen á guitar.
http://www.youtube.com/watch?v=Kc3djEATcNg
Lover Lover:
Hetta er ein spildur nýggjur bólkur, mannaður av Petur Háberg og Filip Mortensen. Teir báðir ið eru kendir úr mongum ymiskum føroyskum tónleikabólkum, mynda her eina lekkra electropopp-duo, ið kitlar og spælir við hjartastreingir.
Hóast bólkurin er nýggjur, hava teir longu staði á palli í Vega, har teir hitaðu upp fyri Eivør.
https://soundcloud.com/petur-h-berg/lover-lover-trouble-trouble
Jógvan Joensen:
Ungi tónasmiðurin úr Fuglafirði, hevur í fleiri ár skriva løg, og hevur áður verið á palli í Tøting. Síðsta útspæli frá Jógvani, er lagið Hope and Laughter, ið koyrir heitt á YouTube fyri tíðina, har tað hevur verið spælt fleiri enn 22.000 ferðir.
http://www.youtube.com/watch?v=QiV_D943sbI
Konsertin verðu sum sagt, leygarkvøldið 4. mei kl. 20.30. Atgongumerki á 100 kr. fáast við dyrnar.




