Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góð uppmøting til grassrootsfótbóltin

Jákup Ósá

Hóast keðiligt veður, so møttu nógvir leikarar upp til grassrootsfótbóltin, ið KÍ skipaði fyri í dag. Hetta tiltakið breyt frá vanligu venjingunum í felagnum.

Hóast keðiligt veður, so møttu nógvir leikarar upp til grassrootsfótbóltin, ið KÍ skipaði fyri í dag. Hetta tiltakið breyt frá vanligu venjingunum í felagnum.

Talan var um grassroots fótbólt, har tað ikki bleiv vant við somu liðum sum vanligt, men har leikarar fingu eina øðrvísi uppgávu. Jóan Pauli Jacobsen er ungdósvenjari hjá KÍ og var høvuðsfyrireikari av tiltakinum.

  – Hóast keðiligt veður í allar mátar: vindur, regn, kavi og kalt, so møttu 80 leikarar upp til grassroots tiltakið. Teir 12 venjararnir vóru væl fyrireikaðir og høvdu eina venjing hvør, meðan leikararnir ferðaðust millum venjingarnar. Til sjálvar venjingarnar vóru teir vanligu árgangirnir saman, meðan tey vórðu koyrdir í ymisk lið, tá dystirnir vórðu leiktir. Aftaná vóru venjararnir og leikararnir væl nøgdir, tí man, hóast keðiliga veðrið, fekk tað burturúr, sum man hevði ætlað. Ongin ivi um, at eitt tílíkt tiltak samansjóðar felagið. Leikararnir fingu frukt og sodavatn við heim, sigur Jóan Pauli Jacobsen við Norðlýsið um dagsins grassrootstiltak, har myndirnar eru tiknar.

Harleywoodpaint