Jannie Dam Jacobsen vann sítt tíggjunda føroyameistarheitið í kappróðrið á Vestanstevnu um vikuskiftið. Hon hevur róð í heili seytjan ár uttan stórvegis steðg. Allarflestu árini hevur tað verið við Jarnbardi, sum hon vann við í vikuskiftinum.
Jannie Dam Jacobsen vann sítt tíggjunda føroyameistarheitið í kappróðrið á Vestanstevnu um vikuskiftið. Hon hevur róð í heili seytjan ár uttan stórvegis steðg. Allarflestu árini hevur tað verið við Jarnbardi, sum hon vann við í vikuskiftinum.
Eitt satt bragd: Jannie Dam Jacobsen er eitt sera kent andlit í føroyskum kappróðri. Tað eru fáir stevnugestir seinastu árini, sum ikki hava borið eyga við Jannie. Í heili seytjan ár hevur hon ágrýtin og við sigri fyri eyga togað í árarnar.
Jannie byrjaði sína yrkisleið innan kappróður í 1996 við Jarnbardi. Ikki fyrrenn í 2009 fekk hon sær frí fyri fyrstu ferð. Men hon byrjaði longu aftur í 2010. Hesaferð royndi hon aðrar bátar.
M.a. róði hon tá við Jalli og Suðringi. Men skjótt fór hon aftur um borð á ein hin mest vinnandi bátin í føroyskum kappróðri, 6-mannafarið Jarnbard.
Aftur í ár hevur hon sum róðurskvinna megnað at vunnið sannførandi við hesum bátinum. Tær um borð á Jarnbardi hava vunnið allar róðrarnar í ár og eru tískil longu føroyameistarar.
Í tíðini, Jannie Dam Jacobsen, hevur róð, hevur hon eisini átt eina dóttur. Men tað ber væl til at eiga smá børn, uttan at fáa sær frí frá kappróðrinum. Tað er Jannie eitt gott og fyrimyndarligt dømi um.
Jannie sigur seg vera hugagóða enn og sum skilst, hevur hon ikki nakra ætlan um at gevast við kappróðrinum. Tað er stuttligt og hugaligt at vinna og tað gerst eingin troyttur av.
Hjartaliga tillukku Jannie Dam Jacobsen og blíðan byr framyvir.




