Tíðirnar skifta, tí
Ikki ein tann einasti bátur rør út løtuni út á Stongunum.
Myndin sigur væl alt. Tí bryggjan er tóm. og tað er ikki tí, at bátarnir eru til útrógvar. Tí soleiðis hevur bryggjan sæð út 24 tímar um døgnið seinastu vikurnar. Einasti bátur, sum liggur við skúrarnar á Stongunum, er Bragd. Hann er lagdur, nú menninir umborð eru farnir at drifta Polarstjørnuna.
Tað vóru tíðir, tá hetta var eitt tað størsta arbeiðsplássið í Føroyum. Men soleiðis er ikki í 2013. Nakrir útróðabátar eru til fiskiskap við snellu, men komandi vetur er neyvan hugsandi, at tað verður tað heilt stóra virksemi við útróðri í Klaksvík. Seinasta vetur vóru 4-5 bátar, sum regluliga róðu út.




