Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gunvør Balle spyr John Dahl um filmsvinnu

Gunvør Balle

Gunvør Balle
løgtingskvinna

Munnligur fyrispurningur

til

Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum

Viðvíkjandi filmsvinnu

1. Ætlar Vinnumálaráðið at raðfesta filmsvinnuna í vinnupolitikkinum?

2. Um ja, hvussu skal hetta gerast?

3. Samstarva Mentamálaráðið og Vinnumálaráðið um at menna filmslist og filmsvinnu?

Viðmerkingar:
Tá álitið frá Klippfisk varð handað í vár, segði landsstýrismaðurin í vinnumálum, at “kreativu vinnurnar hava ómetaliga stóran týdning fyri okkara framtíð, fyri okkara vinnuligu vakstrar­møguleikar og fyri at gera Føroyar til eitt land, sum dregur fólk at sær.” Og at “hetta tilmælið verður ikki lagt í skuffuna. Tað verður beinanvegin tikið við í arbeiðinum við vinnu­politikkinum”.

Álitið setir tað mál, at um 10 ár skal ein spælifilmur framleiðast um árið í Føroyum, og 50 heiltíðar størv skulu vera í vinnuni. Fyri at náa hesum máli var mælt til at:

skattalætti ella stuðul verður latin útlendskum filmsframleiðarum, ið taka film upp í Føroyum

skipa ein føroyskan filmsgrunn

grunnurin skal byrja við 1,5 mió um árið, men vaksa til 5 mió eftir 7 árum

stuðla undir at fáa eitt afturvendandi føroyskt tiltak, t.d. filmfestival, har Føroyar verða settar á kortið hjá filmsvinnuni í útlondum.

Viðmerkingar
Í fíggjarlógaruppskotinum hevur landsstýrismaðurin í mentamálum hækkað játtanina til Mentanargrunnin aftur við einari millión í 2014, harav nakað skal markast filmslistini. Spurningurin er so, um tað merkir, at Vinnu- og Mentamálaráðið hava sett sær yvirskipað og langtrøkkandi mál um at menna eina veruliga filmsvinnu.

Á Løgtingi, 8. oktober 2013

Gunvør Balle