Sirið Stenberg
løgtingskvinna
Munnligur fyrispurningur
til
Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum
Viðvíkjandi barnaumboði
1 Hvussu er ætlanin hjá landsstýriskvinnuni at skipa komandi barnaumboðið?
2 Nær kann væntast, at barnaumboðið verður sett á stovn?
Viðmerkingar Fleiri uppskot hava verið gjøgnum tíðirnar um at fáa sett eitt óheft barnaumboð á stovn í Føroyum. Hetta fyri at betra um rættartrygdina hjá børnum. Somuleiðis hava vit eisini fingið átalu frá ST fyri ikki at hava nøktandi viðurskifti á hesum øki. Nú sær út til, at barnaumboð fer at vera stovnsett í Føroyum, og í fíggjarlógarviðgerðini seinastu viku varð víst á, at soleiðis fór at vera.
Ymiskar hugsanir hava verið frammi um, hvussu eitt óheft barnaumboð skal skipast, antin sum sjálvstøðugur stovnur, sum partur av arbeiðnumhjá Løgtingsins Umboðsmanni, ella um tað skuldi verðið í tilknýti til Dátueftirlitið. Tí er spurningurin, hvussu landsstýriskvinnan ætlar at skipa óhefta barnaumboðið, og nær tað kann væntast, at barnaumboðið byrjar sítt virksemi.
Á Løgtingi, 8. oktober 2013
Sirið Stenberg




