Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

7ára gomul skrivað klagubræv til LEGO

Miðlar um allan heimin hava skrivað um brævið sum 7ára gamla Charlotta úr Amerika hevur skriva til LEGO.

Miðlar um allan heimin hava skriva um brævi sum 7ára gamla Charlotta úr Amerika hevur skriva til LEGO.

Charlotta sum elskar at spæla við LEGO, spyr í brævið sínum LEGO, hví gentu-figurarnir bara sita heima, meðan dreingja-figurarnir eru úti og uppliva alt møguligt stuttligt ?

Niðanfyri er brævið sum hon hevur sent til LEGO

”Góða LEGO

Eg eiti Charlotta. Eg eri 7ára gomul og eg elski LEGO, men mær dámar ikki at tað eru fleiri LEGO-dreingir og næstan ongar LEGO-gentur. Í dag var eg í einum handli og har var LEGO í tveimum røðum, tann ljósareyða til gentur og tann bláa til dreingir. Tað einasta genturnar gera er at sita heima, fara ein túr á strondina og ”Shoppa”, og so høvdu tær heldur einki arbeiðið, men dreingirnir vóru á ævintýra ferð, arbeiddi, og svumu eisini við hávum. Eg vil at tit gera fleiri LEGO-gentur og lova teimum á ævintýra ferð og at stuttleika sær, OK ???

Takk

Frá Charlottu”

Umframt at miðlar um allan heimin hava skriva um Charlottu og bræv hennara, eru nógvar viðmerkingar á teimum sosialu miðlinum so sum Facebook, twitter osv.

Sí grein á ekstrabladet:

http://ekstrabladet.dk/kup/dinepenge/article2208899.ece