Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hiplingurin trívist við Eingilskaklett

Norðlýsið

 Manningin á Sam boðaði okkum aftur frá ídag, at hiplingurin framvegis støðast undir Klakki og at vit vóru vælkomin við at royna at fáa myndir.

Vit vóru ein túr, og her eru myndirnar. Ein ótrúliga stórur og hábærsligur fuglur, sera vakur í útsjónd. Aðrastaðni her á síðuni sigur Jens Kjeld Jensen, fuglafrøðingur frá, at hetta er ein gamalur fuglur. Tað ljóðar eisini, at menn skulu hava sæð ein hipling við ringarnar sunnanfyri byrgingina í Hvannasundi. Um talan er um tann sama fuglin ella talan er um tveir ymiskar, bíða fuglafrøðingar spentir eftir at fáa at vita, tí hildið verður, at tað skuldi væl borið til hjá hiplingi at búleikast í Føroyum. 

Sambært fuglabókini og eisini Jens Kjeld Jensen, so hevur hiplingur búleikast her. Sagt verður at Michael Kyrjarheygg er seinasti maður, ið hevur sæð hipling á reiðri í Føroyum og tað er helst umkring 1960, verður sagt.

Á myndunum situr hiplingurin saman við tveimum skarvum. Annar skarvurin hevur topp, sum hannarnir hava í paringstíðini, ímeðan skarvurin sum situr næstur sjóvarmálanum helst er ein hon. Hiplingurin er vinstrumegin á myndini, hann er bæði størri og litfagrari enn skarvarnir.