Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tekjan verður skift á Badmintonhøllini

Tíðindaskriv

12. juni varð sáttmáli undirskrivaður við NH-Betong um at skifta tekjuna á Badmintonhøllini. Arbeiðið er byrjað og skal ætlandi verða liðugt 1. august.

12. juni varð sáttmáli undirskrivaður við NH-Betong um at skifta tekjuna á Badmintonhøllini. Arbeiðið er byrjað og skal ætlandi verða liðugt 1. august.

Av somu orsøk verður minni aktivitetur í Badmintonhøllini hendan komandi mánaðin, men kunnu vit síggja fram til eina góða loysn fyri høllina.

Sáttmálin, ið er gjørdur við NH-Betong, ljóðar upp á slakar 2,6 mió. kr. Hans Hendrik Mikkelsen, verkfrøðingur, hevur staðið fyri at prosjektera tekjuna, og hevur hann eisini byggileiðsluna vegna kommununa. Kommunan hevur sjálv eftirlit við verkætlanini.