Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útlendsku álopsleikararnir hjá B36 á muni

Jákup Ósá

Lukasz Cieslewicz og Adeshina Lawal vístu aftur sítt virðið, tá teir við einmansavrikum gjørdu, at KÍ einki stig fekk á ólavsøku.

Talan var annars um ein javnan dyst, har skerda KÍ liðið stóð seg betri, enn tey flestu høvdu væntað. Leikararnir á útiliðnum stríddust væl og hóast nýggja miðverjan við Ísak Simonsen og Sørmundi Kalsø í onkrari støðu sá ótrygg út, so gav hon ikki nógv burtur. Bæði liðini komu til 2-3 brúkiligar møguleikar í fyrra hálvleiki og serliga Páll A. Klettskarð skuldi havt skorað.

Í seinna hálvleiki byrjaði B36 nógv betri og komu á odda við tveimum málum. Fyrst var talan um gott einmansavrik frá Lukasz Cieslewicz og síðani revsaði Adeshina Lawal eitt mistak í KÍ uppspælinum. Sum fráleið javnaði dysturin seg út og móti endanum fekk KÍ pyntað um úrslitið, tá Hjalgrím Elttør skoraði við beinleiðis frísparki.

Sum heild var talan um ein javnan dyst, har KÍ ikki stóð nógv aftanfyri oddaliðið, hóast liðið manglaði nógvar leikarar. Álopsleikararnir hjá B36 blivu enn einaferð sera týdningarmiklir og meðan B36 hevur beina kós móti FM heitinum, so sær KÍ við komandi tveimum heimadystum móti NSÍ og B68 ein møguleika at koma tættari uppá topp 4, sum gevur Europa League atgongd.