Sum vanligt verður seinnapartssendingin hjá Rás2 týsdag aftur send úr Klaksvík í dag.
Seinnapartssendingin hjá Rás2 í Klaksvík er ein heit, hugnalig og heimlig sending, har evnini eru fólkslig og serliga viðkomandi fyri norðingar.
Í sendingini í dag verður m.a. prátað við Eyðun Mortensen og Sonna Eliasen, sum í hesum døgum fyrireika seg til eina áhugaverda Kettlebell kapping. Eisini kemur Louis Poulsen at greiða frá um allar teir áhugaverdu og ikki minst avbjóðandi skíðtúrarnar, sum hann hevur verið á í Føroyum saman við fleiri øðrum. Sigbritt við Neyst Hansen kemur eisini á gátt at fortelja um virksemi hennara í Brekkustovu og til seinast fær sendingin eisini vitjan av Jógvani Skorheim, borgarstjóra. Hann fer at taka saman um árið, sum fór og eisini at greiða frá ætlanunum hjá sitandi býráðið fyri hetta komandi árið.
Páll Brim Joensen og Dánjal Kjærbo koma at framføra livandi tónleik í báðum tímunum, sum sent verður úr Klaksvík.
Sent verður frá klokkan 14 til klokkan 16. Vertir í sendingini eru Annika Kunoy Im og Ragnhild Ellingsgaard.




