Ofta koma nógv mál, tá hesi bæði liðini møtast.
Sunnudagin spæla KÍ og FC Suðuroy landskappingardyst í Klaksvík. Søguliga sæð, so koma nógv mál í hesum uppgerðunum. Niðanfyri eru hagtølini frá innanhýsis dystum móti FC Suðuroy og VB/Sumba aftur til og við 2005.
2012
KÍ-FC Suðuroy 5-1
FC Suðuroy-KÍ 1-4
KÍ-FC Suðuroy 7-1
2007
KÍ-VB/Sumba 5-0
VB/Sumba-KÍ 1-0
KÍ-VB/Sumba 6-3
2006
KÍ-VB/Sumba 3-0
VB/Sumba-KÍ 1-7
KÍ-VB/Sumba 0-1
2005
KÍ-VB/Sumba 1-1
VB/Sumba-KÍ 5-1
KÍ-VB/Sumba 5-1
Í Klaksvík hevur KÍ vunnið 6 dystir av 8 dystum samanlagt. Málúrtøkan er 32-8. Samanlagt eru hagtølini fyri allar 12 dystirnar:
KÍ vunnið: 8
FC Suðuroy/VB/Sumba vunnið: 3
Javnleikur: 1
Málúrtøka: KÍ 44 FC Suðuroy 16
Samanlagt eru 60 mál skorað í hesum 12 dystunum ella í miðal 5 mál pr. dyst.




