Team Klaksvík fylgdi hampuliga væl við í fyrra hálvleiki.
Í kvøld spældu tey bæði niðastu liðini í Atlantic Airways deildini. StÍF var á odda 14-10 í hálvleikinum og vann at enda 32-20 og sostatt ein greiðan sigur á 12 mál. Nú tað nærkast endanum av hondbóltskappingini, so brúka fleiri av liðunum, ið ikki hava nakað at spæla fyri, møguleikan at hyggja frameftir og royna leikarar, sum ein væntar nakað av í framtíðini. M.a. spældi 15 ára gamli Aksel B. Danielsen, sum hevur fingið undantaksloyvið at spæla vegna sín aldur, sín fyrsta dyst og hann skoraði eisini sítt fyrsta mál.
Hjá Team Klaksvík var Sámal á T. Olsen toppskjútti við 6 málum, meðan Bogdan Florea skeyt 5 mál. Hjá StÍF skoraðu Kjartan Johansen og Allan Norðberg 8 mál í part.
StÍF hevur nú 11 stig, meðan Team Klaksvík hevur 6 stig.




