Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lena stuðlar átakinum Meðan vit bíða

Ragnhild Ellingsgaard

Saman við Spaniastovu letur Lena Anderssen 10% av atgongumerkjasøluna til konsertina leygarkvøldið til átakið “Meðan vit bíða”. Peningurin verður síðani latin føroyskum børnum, sum liva í fátækraváða.

 Komandi leygarkvøld verður konsert við Lenu Anderssen í Spaniastovu í Klaksvík. Lena leggur í løtuni seinastu hond á fimtu fløgu sína og kemur hetta eisini at hoyrast aftur á konsertini, har Lena, saman við manninum Niclas á guitar, fer at spæla egið tilfar frá farnum útgávum, eins væl og fleiri nýggj løg eisini verða at hoyra. 

Atgongumerkjasølan gongur væl og hevur Lena nú, saman við Spaniastovu, avgjørt at lata 10% at søluni beinleiðis til átakið “Meðan vit bíða”, sum er átak hjá MIðlahúsinum, har peningurin verður savnaður inn til børn í fátækraváða. Í menniskjum góður tokki umsitur peningin og býtir hann eisini út millum teirra, sum hava tørv á hesum.

Konsertin verður klokkan 22 leygarkvøldið tann 2. mei. Atgongumerki kunnu keypast og avheintast í Leikalund hvønn dag millum klokkan 11 og 16, ella bíleggjast á vangamyndini hjá Spaniastovu á facebook. Til ber eisini til at ringja á telefon 45 71 51.