Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Sparikassi 6,2 milliónir í avlopi

Tíðindaskriv

Úrslitið hjá Norðoya Sparikassa fyri 1. hálvár 2015 var 6,2 mió. kr í avlopi. Sama tíðarskeið í fjør var avlopið 1. hálvár 7,2 mió. kr.

Tá sæð verður burtur frá niðurskrivingum upp á útlán og virðisjavnan, var úrslitið áðrenn skatt 8,1 mió. kr. fyri 1. hálvár 2015. Tað er nakað lakari enn sama tíðarskeið í fjør, tá úrslitið var 8,7 mió. kr.

Samanumtikið er sparikassin nøgdur við gongdina 1. hálvár 2015. Útlit eru fyri, at úrslitið fyri alt árið verður á sama støði sum í fjør.

Ábyrgdarar 6 prosent í rentu

Á umboðsráðsfundinum í mars samtykti umboðsráðið enn einaferð at renta ábyrgdarpeningin við 5 % omanfyri hægstu innlánsrentu fyri 12 mánað uppsøgn ella samanlagt góð 6 %. Hesin rentu politikkur verður eisini óbroyttur í 2015.

Tølini vísa, at áhugin fyri at tekna ábyrgdarpening er stórur. Í 2014 vaks ábyrgdarpeningurin við 31 %, og 1. hálvár 2015 eru 33 % løgd afturat.

Inn- og útlán økjast

Innlánini øktust við 3,6 % fyrra hálvár ella við 65 mió. kr. – úr 1.804 mió. kr. við árslok 2014 og upp í 1.869 mió. kr. Útlánini øktust við 12 mió. kr. – úr 1.535 mió. kr. við árslok 2014 og upp í 1.547 mió. kr. Hetta er ein vøkstur í útlánum uppá 0,8 %. Innlánsavlopið er nú 322 mió. kr.

Gjaldførisyvirdekningur 154 prosent

Gjaldførið hjá sparikassanum er gott. Pr. 1. hálvár í ár var yvirdekningurin í mun til lógarkravið 154 %. Sambært eftirlitsdiamantinum hjá Fíggjareftirlitinum er minsta markið fyri yvirdekningi 50 %.

Solvensyvirdekningur 8,5 prosentstig

Pr. 30. juni 2015 var solvensurin 18,1 %, meðan individuelli solvenstørvurin var 9,6 %. Solvensyvirdekningurin er pr. 30. juni 2015 uppgjørdur til 8,5 prosentstig.

Hálvársfrásøgnin 2015 er tøk á heimasíðu sparikassans www.ns.fo