Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stalking, sterilisatión og neyðtøka – lógardagføring nú!

Oda Kjartansdóttir Strøm

Visti tú, at eingin lóg ella beinleiðis verja er ímóti fyribrigdinum stalking í Føroyum? Hetta hóast 32 tilburðir eru fráboðaðir Kvinnuhúsinum seinastu trý árini?

Visti tú, at um ein gift kvinna í Føroyum ynskir sterilisatión, er neyðugt at biðja mannin um loyvi fyrst, og um maðurin ynskir tað sama, nýtist honum hinvegin ikki loyvi frá konuni?

Visti tú, at um ein verður neyðtikin av sínum hjúnafelaga, gevur føroyska revsilógin 50% í avsláttri í revsing? Hetta hóast altjóða tøl vísa, at flestu neyðtøkur verða framdar av einum, vit kenna?

Og visti tú, at tað eisini verður latið 50% í avsláttri til tann, sum neyðtekur ein verjuleysan persón, sum til dømis er rúsaður?

Hetta eru alt dømi um, hvussu afturúrsigld vit eru í Føroyum, tá ið tað kemur til at viðgera teir truplu spurningarnar um kyn, seksualitet og javnstøðu juridiskt.

Í mínum høvdi er tað greitt; vit mugu tora at taka truplu spurningarnar upp og viðgera teir sambært tilmælum frá m.a. Kvinnuhúsinum og Amnesty. Tað kann ikki vera rætt, at tað skal ganga útyvir vanliga borgaran í hesum landi, at politiski myndugleikin ikki torir ella vil taka hesi mál upp.

Tíðin er komin til rættvísi – eisini seksuelt rættvísi!

Oda Kjartansdóttir Strøm

Valevni fyri Javnaðarflokkin

Harleyfacadeacryl