Leygarkvöldið 12. September kl. 20.30, verður eitt satt brak av eini konsert í Töting, har LYON og Konni Kass fara á pall.
Leygarkvöldið 12. September kl. 20.30, verður eitt satt brak av eini konsert í Töting, har LYON og Konni Kass fara á pall.
Lyon Hansen úr Götugjógv er nýliga útkomin við síni fyrstu flögu, og er konsertin leygarkvöldið tí eisini ein útgávukonsert. Flögan ið ber heitið LYON, inniheldur 11 løg, sum ferðast nokkso víða, hvat viðvíkur sjangrum, men felags fyri öll lögini er, at tey eru sera nærverandi, kenslurík, ærlig og tónleikagóðskan er í topp.
Lyon hevur eina sangrödd í serflokki, umframt at hann eisini er klaver og gittarleikari. Men orsökin til at tú átti at komi til hesa konsert er, at Lyon skal upplivast á konsert, tí hann hevur eitt ögiligt yvirskot av orku, sum hann blæsur útyvir áhoyraran. Lyon hevðihelst bestu konsert í Töting nakrantíð, tá hann seinast spældi her. Nú kanst tú uppliva Lyon við fullum útblástri, saman við bólki sínum.
Konni Kass kom við einum braki inná föroyska tónleikapallin í vár, tá hon sannförandi vann árligu talentkappingina Sement, sama kapping sum Lyon vann í 2014.
Konni er í hesum dögum í Studio Block í Havn, har tey leggja seinastu hond á hennara fyrstu útgávu.
Hóast Konni nústani ger vart við seg, sum sangarinna og tónleikari á egnari tónleikaverkætlan, er Konni dugnalig á saxofon og gittara, umframt at verða ein framúr góð songkvinna.
Tónleikurin er melodiöskur poppur, við einum ísletti af electro. Manningin í bólki hennara er ikki minni spennandi, tí undir hennara lið verða Per Ingvaldur Höjgaard Petersen, Knút Háberg Eysturstein & Torleik Mortensen.
Atgongumerki á 150 kr. (100 kr. fyri limir), eru at fáa við dyrnar frá kl. 20.00.




