Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Så, hvad gør vi nu?

Eyðun Mohr Viderø

Ein skilakvinna er komin í eina keðiliga støðu. Hon er “bókstaviliga” lopin fram av!

Ein skilakvinna er komin í eina keðiliga støðu. Hon er “bókstaviliga” lopin fram av!

Vit fólkafloksfólk hava valt á valinum 01.september í ár. Valevni hava bjóða seg fram, eins og hjá øllum flokkum. Meirilutin av veljarunum hava gjørt av, at hesi seks skulu manna flokkin.

Men so kemur Annika sum “ketta upp úr høvdatrog” og sigur, at vit fólkafloksfólk hava valt tey “skeivu” at umboða okkum. Og hon vil ikki vera við í hesum liðnum!

??? Og so spyrji eg meg sjálvan: Hvat skilja fólk meðni við hugtakið “Demokrati”?

Hon meldaði seg úr Fólkaflokkinum beint eftir valið.

Stutt eftir meldaði hon seg inn í Framsókn.

Í dag hevur hon meldað seg úr Framsókn!

Men hon heldur tó fast við, at hennara avgerð um goodbye til Fólkaflokkin var røtt!

Og so siti eg, og helst fleiri við mær og spyrja: Ja, men hvat vil hon?

Eg havi nevnt um meg sjálvan sum smádrong, at eg segði við mammuna, at tá eg ikki fái tað at eta, sum eg ynski mær, so eti eg onki! Mamman var sjálvsagt rólig, tí hjá smádreinginum kom skjótt hungurin, og hvagar skuldi hann fara, uttan til mammuna?

Men hvagar skal Annika fara?

Skal hon hava møguleika at yvirliva, so er einasti møkuleiki at fara aftur í Fólkaflokkin. Tað er sjálvsagt ein tung leið, men um hesi fólkafloksfólk sleppa møguligari skaðafrøði og taka væl ímóti henni, so skal hon bert hava nokk av tíð at byggja álitið uppaftur. Men tað tekur væl av tíð!

Eyðun Mohr Viderø

Harleywoodpaint