Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv skjótari breiðband frá Vodafone

Vodafone

Enn einaferð kann Vodafone bjóða sínum kundum nógv skjótari ferð á internetinum. Nýggj tøkni kollveltir føroysk breiðbandshald

Enn einaferð kann Vodafone bjóða sínum kundum nógv skjótari ferð á internetinum. Nýggj tøkni kollveltir føroysk breiðbandshald.

2. november skrúvar Vodafone ferðina nógv upp á internetinum í føroysku heimunum. Størstu privatu haldini hava tá upp til 40 Mbit í download og 4 Mbit í upload, og tað er tvær ferðir meira ferð, enn størstu privatubreiðbondini hava í dag.

– Við nýggju tøknini kunnu vit bjóða okkara kundum munandi skjótari breiðbandshald og harvið eina nógv betri uppliving, sigur Gudny Langgaard stjóri í Vodafone.

Hon vísir á, at tøknin longu er sett upp í flestu størru bygdum og býum, og verður virkin frá 2. november.

Fyri ein kunda, ið frammanundan hevði 10 Mbit í download og 1 Mbit í upload, ber nú til at fýrfalda bæði upload og download. Hetta ger upplivingina á internetinum nógv smidligari.

Í løtuni er nýggja breiðbandið tøkt í hesum støðum:

Eysturoy:Eiði, Fuglafjørður, Funningsfjørður, Glyvrar, Norðragøta, Leirvík, Runavík, Saltnes, Skálabotnur, Strendur, Toftir

Streymoy:Argir, Hoyvík, Kirkjubøur, Kollafjørður, Tórshavn, Vestmanna

Vágar:Bøur, Sandavágur, Vatnsoyrar,

Norðoyggjar:Klaksvík

Sandoy:Skálavík

Suðuroy:Sandvík, Tvøroyri, Vágur, Øravík