Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Deildarleiðari til tænastudeildina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Oliver Joensen

Ert tú áhuga/áhugaður, hevur førleikar og hug at seta títt fingramerki á eitt spennandi arbeiðspláss, so les víðari.

Tænastudeildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi tekur sær av innkeypi av vørum, klædnavaski og allari reingerð.

Starvið, sum leiðari fyri tænastudeildina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er leyst til setan 01. feburar 2016.

Talan er um avbjóðandi starv, har evnini til tætt samstarv við aðrar fakbólkar, serliga leiðslu, eru avgerandi. Vit rokna við, at tú ert tann sum brennur fyri júst hesum starvið. Tú kemur at taka ymiskar avgerðir og tryggja ein effektivan rakstur av deildini.


Høvuðsuppgávur:

· Dagligu leiðsluna av tænastudeildini

· Tryggja, saman við leiðsluni, at alt innkeyp verður gjørt rationelt, bæði hvat viðvíkur góðsku og kostnaði

· Tryggja og dagføra mannagongdir fyri arbeiði á deildini

· Vegleiða starvsfólk og skipa fyri neyðugari upplæring

· Umsita neyðug krøv


Førleikar:

· Umgangast og leiða onnur

· Arbeiða sjálvstøðugt

· Umsita fíggjarliga tilfeingið

· Fyrisitingarligar royndir

· Lætt við at samskifta

· Fleksibul

Deildarleiðarin fyri tænastudeildina kemur í samband við nógv starvsfólk og onnur viðskiftafólk, og skal duga at finna loysnir, ráðgeva v.m. Á deildini starvast umframt leiðarin, sjúkrahjálpari, reingerðisfólk og starvsfólk á vaskarínum.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið lønarflokk 6.

Meira um starvið fæst at vita frá Hera Ellingsgaard, teldupost heri@ks.fo, telefon 40 46 23 ella 21 69 60.

Umsókn, saman við avriti av prógvum og CV v.m., verður at senda til:

Sjúkrahússtjórin

Klaksvíkar Sjúkrahús

FO-700 Klaksvík.


Umsóknarfreist 12. Desembur 2015.