Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjómannakappingin verður 28. desember

Tíðindaskriv

Árliga innandurakappingin fyri sjómenn verður í KÍ høllini 28. desember.

Árliga innandurakappingin fyri sjómenn verður í KÍ høllini 28. desember.

Kappingin hevur verið í nógv ár og í ár verður hon mánadagin 28. desember. Kappingin er fyri øll skip bæði føroysk og útlendsk. Fyri at luttaka skal ein hava verið mynstraður í 2015 og liðið kann hava hægst ein leikara, ið hevur spælt við Effodeildini, 1.deild ella samsvarandi støði seinastu 5 árini. Á hvørjum liði spæla fýra leikarar inni í senn og eisini er loyvt at hava fleiri skiftisleikarar. Tvey skip kunnu eisini leggja saman, um eitt ikki megnar at manna lið.

Kappingin byrjar væntandi kl. 13.00. Eftir kappingina verða allir leikararnir eins og vanligt bodnir til smyrjibreyð við onkrum leskandi í norðara enda av KÍ høllini. Tilmelding fer fram á tlf. 295401/268335 ella á t-post á blaabylgjan@blaabylgjan.com

Harleyfacadeacryl