Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jørgen Niclasen fekk ikki loyvi at endurgeva Høgna Hoydal

Helgi Abrahamsen

Norðlýsið vísti í gjárkvøldið á nøkur lyfti, sum Høgni Hoydal lovaði at ein komandi minniluti í løgtinginum skuldi fáa, tá hansara flokkur kom aftur í samgongu. Men tá Jørgen Niclasen fyri løtu síðani bað um loyvi at endurgeva úr røðuni hjá Høgna Hoydal (har sum hesi lyftini vórðu givin), fekk hann frá formanninum ikki loyvi til tað.

So minnilutin sum sambært Høgna Hoydal skuldi verjast bæði á ein og annan hátt, hevur eftir øllum at døma eisini mist rættin at endurgeva úr eini røðu, har hesi lyfti verða givin.

Løgtingsformaðurin minti á, at talan er um eina triðju viðgerð og tí helt hann, at røðarin skuldi heldur viðgera tað málið.