Felagið “Vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsið” spurdi Sirið Stenberg tveir spurningar í samband við avgerð at niðurleggja føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsið, og í stuttum svarar hon at tað var Karsten Hansen sum hevði ábyrgdina av hesum og sjálv far hon einki gjørt.
Felagið “Vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsið” spurdi Sirið Stenberg tveir spurningar í samband við avgerð at niðurleggja føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsið, og í stuttum svarar hon at tað var Karsten Hansen sum hevði ábyrgdina av hesum og sjálv far hon einki gjørt.
Sirið svarar felagnum “Vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsi”
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, svarar felagnum “Vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsi”.
Góðu tit!
Eg skal her geva svar upp á teir spurningar, tit hava sett mær.
Spurningarnir, eg fekk sendandi, vóru orðarætt soljóðandi :
——
“Hvat hugsar landsstýriskvinnan fyri sær ?
1. Hvat skal til, fyri at trygt skal vera hjá barnakonum at føða á Suðuroyar sjúkrahúsi ?
2. Tá hugsað verður um royndir, metir landsstýriskvinnan so, at tryggast hevði verið, at allar barnakonur vóru fluttar av landinum at føða ?”
———
Fyri at svara spurningunum so gjølla sum til ber, fari eg at byrja við at lýsa gongdina í málinum og síðan at lýsa teir tættir, sum eru avgerandi í málinum.
Gongdin í málinum
Fyri einum góðum ári síðan, í apríl 2015, fekk táverandi landsstýrismaður, Karsten Hansen handað skriv frá leiðsluni á Suðuroyar sjúkrahúsi, har mælt varð til, at allar føðingar frameftir skuldu fara fram á Landssjúkrahúsinum. Landsstýrismaðurin tók áheitanina frá Suðuroyar sjúkrahúsi til eftirtektar og heitti á partarnar um at venda aftur við einum uppskoti um, hvussu tey mettu, at skipanin skuldi síggja út aftan á 1. januar 2016. Støðan er púra greið. Longu í apríl í fjør varð avgerðin tikin um, at føðingar frameftir ikki skuldu fara fram á Suðuroyar sjúkrahúsi.
Tá eg sjálv tók yvir landsstýrissessin, var avgerðin sostatt langt síðan tikin. Tað, sum bíðað varð eftir, var uppskotið frá pørtunum um, hvussu skipanin skuldi verða frá 2016 og frameftir. Tað uppskotið kom í jólavikuni 2015. Í tí uppskotinum varð heitt á okkum um at kanna møguleikan fyri, at heimaføðingar kundu fara fram á Suðuroyar sjúkrahúsi. Tað gjørdu vit, og partarnar samdust um, at henda loysn ikki var skilagóð, millum annað tí, at ógreiða var um fakligu ábyrgdina. Til dømis kundi henda skipan hava við sær, at kommunulæknar skuldu taka ábyrgd av føðingum. Hetta kundi havt við sær, at vit fingu enn størri avbjóðingar við at manna kommunulæknastørvini enn í dag. Aðrar grundgevingar eru eisini til skjals í málinum, so henda ætlan bleiv slept av øllum pørtum.
Í mars í ár komu partarnir ásamt um, hvussu skipanin frameftir skuldi verða, og tað er tann avgerðin, sum er tikin av mær. Ein avgerð, sum byggir á avgerðina árið frammanundan, og sum sigur, at frameftir verður mælt øllum barnakonum til at fara á Landssjúkrahúsið at eiga, og at Suðuroyar Sjúkrahús er til taks sum kirurgiskt føðistað.
Í allari tilgongdini og í skjølum í málinum, verður víst á, at avgerðin um, at barnakonur frameftir skulu eiga á Landssjúkrahúsinum, er tikin við støði í tilmæli frá eini samlaðari leiðslu á Suðuroyar sjúkrahúsi. Tilmælið er orðað í samráð við leiðslu, yvirlæknar og ljóðsmøður á Suðuroyar sjúkrahúsi.
Hvør er orsøkin til, at barnakonur verða mæltar til at eiga á Landssjúkrahúsinum
Í skrivinum frá apríl 2015 verður víst á, at Suðuroyar sjúkrahús ikki hevur ta fakligu serlæknamanning sum krevst, fyri at hava eina nútíðarkrevjandi dygdargóða føðideild. Somuleiðis stendur í skrivinum, at fíggjarkarmarnir seinastu árini hava verið treingir og eru viðvirkandi til støðuna. (Víðvíkjandi fíggjarliga spurninginum, so er hesin greinaður í broti fyri seg niðanfyri, sí tað)
Eisini vísir Suðuroyar sjúkrahús í tilmælinum á, at tað ikki longur ber til at fáa teir “gomlu læknarnar”, sum høvdu ta gomlu útbúgvingina. Júst hetta er nokk kjarnin i málinum. Heilsuverkið er ikki sum tað var, har læknarnir høvdu breiða vitan um ymisk viðurskifti. Økta spesialiseringin hevur havt við sær, at fleiri og fleiri serøki verða. Alsamt størri virksemi fer fram á serdeildum, hetta fyri allatíðina at bøta um trygdina og fakligu góðskuna fyri okkara borgarar.
Tá ið tað kemur til føðideildir, so verður í dag mett, at serlækni í kvinnusjúkum skal vera tøkur, møguleiki skal vera fyri serlækna assistansu í narkosu, í barnasjúkum o.ø. Samstundis skal møguleiki vera fyri at yvirvaka barnið, bæði undan og undir føðing. Hesi viðurskifti kunnu ikki fáast til vega einans við fígging.
Serlæknamangul er í Føroyum, og serlæknar skulu hava deildir at starvast á innan teirra øki. Hvussu skuldu vit til dømis kunna havt ein barnalækna við ongari barnadeild. Hetta er ein av mongum spurningum, sum vit mugu seta okkum.
Tá ið Suðuroyar sjúkrahús kemur til politiska myndugleikan við áheitan um at mæla barnakonum til at eiga á Landssjúkrahúsinum, byggir hetta á, at tað í verandi støðu er tað tryggasta burðartilboðið, vit kunnu veita í landinum.
At vera barnakona er ongin sjúka – men trygdin má vera í hásæti
Nógvar meiningar eru um tað at ganga við børnum, og ofta verður ført fram, at tað er ongin sjúka. Í allarflestu førum gongst eisini væl- tíbetur, men ikki altíð- tíverri. Munur er eisini á at ganga við børnum og so á sjálva føðingini. Tað er ikki av ongum, at vit hava flutt okkum frá at eiga heima við hús og inn á sjúkrahúsini. Flestum okkara nýtist ikki at hyggja serliga langt aftur í familjusøgu okkara, fyri at finna støður, har konur doyðu í barsilssong, ella har børnini ikki yvirlivdu ella fingu mein fyri lívið. Hesari støðu eru vit so at siga komin burturúr, allarmest orsaka av góðari fakligari burðarhjálp. Nú er avbjóðingin meira at fyribyrgja komplikatiónum, sum kunnu uppstanda, og at minka um vandan fyri komplikatiónum bæði fyri móður og barn. Tí eru eisini krøvini til føðistøðini øðrvísi nú enn fyrr.
Tað verður tó altíð soleiðis, at tað ikki fer at bera til at fyribyrgja øllum. Onkuntíð vil bara illa til, sjálvt um alt í teoriini er farið rætt fram. Tá er alneyðugt at vera á einum føðistaði, har tilbúgvingin er so góð sum til ber, tí oftast skal tað gonga skjótt, tá ið umræður óvæntaðum komplikatiónum.
Um heilt serlig viðurskifti gera seg galdandi, kann verða neyðugt at fara av landinum at eiga, ella fara stutt eftir føðing. Hetta er tó ein sera avmarkaður bólkur, men hann er har. Tað vísir eisini, at sjávt um vit tryggja okkara tilbúgving so gott sum til ber, so kunnu støður uppstanda, har umstøðurnar í Føroyum ikki røkka til. Tó kunnu vit siga, at tað tilboðið, vit kunnu bjóða á Landssjúkrahúsinum, er nøktandi í mun til tey krøv, ið verða sett føðistøðum.
Tá ið Suðuroyar sjúkrahús vísir á, at tey ikki meta seg kunna veita nóg góða trygd fyri føðikonur, so er tað ikki rætt av politiska myndugleikanum at trýsta ein politiskan vilja ígjøgnum um, at føðingarnar kortini skulu fara fram á sjúkrahúsinum. Tá seta vit politisk atlit fram um trygdina hjá mammu og barni, og tað er óhoyrt. Eg kenni so onki annað dømi um, at slíkt er hent.
Eg skilji væl, at fólk eru hørm um, at barnakonur verða tilmæltar at eiga í Havn. Tað eri eg eisini sjálv. Men tá ið støðan er sum hon er, og tað ikki ber til at fáa til vega tey starvsfólk, sum skulu til, fyri at hava eitt føðitilboð á nøktandi støði, so ber í verandi støðu ikki til at gera annað. Trygdin má vera fremsta atlit.
Suðuroyar sjúkrahús má altíð hava føðistovu opnað
Suðuroyggin er í serstøðu. Geografiska fjarstøðan og opnað havið ímillum ger, at vit mugu hava eitt dygdargott sjúkrahús á staðnum. Hetta tykist breið semja eisini at vera um.
Av tí, at vit liggja, sum vit gera, so kann føðistovan ongantíð lata aftur. Akuttar føðingar og støður hjá barnakonum kunnu altíð uppstanda. Tá skal Suðuroyar sjúkrahús vera til taks, sum akut kirurgiskt føðistað. Í hesum liggur, at í slíkum akuttum støðum má víkjast frá vanligu krøvunum, og at hjálp verður veitt útfrá teimum fortreytum, sum Suðuroyar sjúkrahús kann bjóða. Umframt hetta, so hava kvinnur framvegis møguleikan at velja at eiga heima.
Tá ið tað frameftir koma at verða færri føðingar á Suðuroyar sjúkrahúsi, so setur tað eisini onnur og broytt krøv til at halda førleikar viðlíka. Tí arbeiðir leiðslan á sjúkrahúsinum við eini rotatiónsskipan, sum skal tryggja, at ljósmøðurnar koma á størri føðistøð í ávís tíðarskeið.
Ljósmøðraskipanin heldur sjálvsagt fram í Suðuroynni. Ongi størv verða burtur. Allar vanligar kanningar av barnakonum koma framhaldandi at vera á staðnum. Hetta verður óbroytt.
Starvsfólk á Suðuroyar sjúkrahúsi og á Landssjúkrahúsinum arbeiða í løtuni við at gera skrivliga vegleiðingar til familjurnar, so tær fáa nøktandi kunning um, hvussu skipanin kemur at verða. Í arbeiðinum er lagt upp til, at tað skal verða møguligt hjá konum, tá ið viðurskiftini tala fyri tí, at koma suður á sjúkarhúsið at liggja aftan á føðing. Somuleiðis verður lýst, hvørjir møguleikar verða fyri hýsing. Sum er, eru tvær góðar íbúðir gjørdar, har barnakonan kann vera ókeypis, meðan hon er í Havn. Samstundis verða tvær íbúðir gjørdar afturat.
Fíggingin av Suðuroyar sjúkrahúsi
Taka vit seinastu 5 árini, so síggja tølini í roknskapinum soleiðis úr:
Í 2012 var játtanin 52.034.000 Kr.
Í 2013 var játtanin 53.025.000 Kr.
Í 2014 var játtanin 54.115.000 Kr.
Í 2015 var játtanin 56.486.000 Kr.
og fyri 2016 eru játtaðar 57.575.000 Kr.
Sum sæst, økist játtanin støðugt. Hetta má sjálvsagt haldast upp móti prísi og lønarvøkstri. Men sum sæst, er onki í tølunum sum talar fyri, at tað seinastu árini eru framdar skerjingar í játtanini, sum hava við sær, at virksemið má niðurlagast. Vøksturin hevur verið áleið ein millión árliga, men við ársenda í 2015 fingu vit samtykt eina eykajáttan, sum er tað, sum sæst aftur í, at vøksturin í játtanini 2015 er størri enn hini árini. Framskrivað er fyri eykajáttanina, so játtanin økist alsamt.
Tað er uppgávan hjá leiðsluni á sjúkrahúsinum at leiða og fordeila arbeiðið, og harvið skipað virksemið innan tann karm, sum er játtaður. Og ja, seinastu árini hava verið trupul í heilsuverkinum sum heild. Tíbetur eru vit farin í gongd við arbeiðið at dagføra játtanina, so hon samsvarar økta tørvinum, og tað arbeiðið er væl í gongd sæst longu í játtanartølunum fyri sjúkrahúsið.
Framtíðin
Vit vita øll væl, at uttan eitt trygt og gott sjúkrahús, verður okkum ikki lív lagað. Tí er tað í áhuganum hjá okkum øllum at virka fyri hesum; øll eru vit góð við sjúkrahúsið og vilja bæði tí og sjúklingunum tað besta.
Tað er tí alneyðugt við einum miðvísum og áhaldandi arbeiði at tryggja, at tilbúgvingin á Suðuroyar sjúkrahúsi er nøktandi. Somuleiðis er eitt arbeiði í gongd, sum skal staðfesta, hvørjar sergreinir hóskandi kunnu liggja á hvørjum sjúkrahúsi. Eitt endamál við tí arbeiðinum er at framtíðartryggja sjúkrahúsið.
Tað er ongin niðurlaging av Suðuroyar sjúkrahúsi í gongd, ongin! Og tað verður tað heldur ikki. Hinvegin verður játtanin støðugt økt. Eisini er ein jaligur vilji til at bjóða heilsu- og viðgerðartænastur á høgum fakligum støði innan tey serøki, sjúkrahúsið rúmar. Sjúkrahúsið hevur sera nógv gott at bjóða og lyftir ein ómetaliga týdningarmiklan leiklut í okkara samfelag. Somuleiðis verða í góðum samstarvi ment tilboð, sum taka støði í ymiskum persónligum tørvum, sum borgarar í økinum hava.
Tað er sjálvsagt í lagi, at fólk eru ósamd um hetta mál, men tað er ikki í lagi, tá ið kjakið verður persónligt og ósakligt. Eg fari at halda meg frá at viðmerkja tað, sum sagt í hesum máli, men bert vísa á sakligu grundgevingarnar.
Ynskja fólk nærri kunning ella skjalprógv fyri tí, sum er borið fram í hesum skrivi, er alt skjalfest í skjølum í málinum, sum eru til taks í Heilsu- og innlendismálaráðnum, har øll hava rætt til innlit.
Við ynskjum um gott samstarv og bjarta framtíð fyri okkum øll.




