Harleywoodpaint
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næstbesta árið hjá Víkingi nakrantíð

Jákup Ósá

Um vit hyggja í stigum fyri fyrstu 13 umførini, so er talan um næstbesta árið hjá Víkingi, síðani felagið í 2008 fyri fyrstu ferð spældi sum eitt felagslið.

Víkingur liggur á 2. plássi í Effodeildini, men kann sunnudagin taka oddasessin, um liðið vinnur í Klaksvík. Talan er higartil um eitt av teimum heilt góðu árunum hjá Víkingi. Liðið er enn einaferð ávegis í steypafinaluna, meðan tað í landskappingini hevur hilnast betri enn leingi, um vit hugsa stig. Tí 28 stig í 13 dystum er tað næstmesta hjá felagnum nakrantíð. Í 2011 hevði Víkingur 29 stig fyri 13 umfør, og tað var tað mesta nakrantíð. Víkingur spældi fyri fyrstu ferð í bestu deildini í 2008. Hetta árið í 2011 fekk Víkingur 59 stig, sum er tað mesta í søgu felagsins og eitt stigatal, sum fleiri ferðir hevur rokkið til Fm, men sum í 2011 bara rakk til 3. pláss.

Stig hjá Víkingi eftir 13 umfør:

2016: 28

2015: 21

2014: 22

2013: 16

2012: 25

2011: 29

2010: 17

2009: 24

2008: 18

Sunnudagin kl. 15.00 spæla KÍ og Víkingur toppdyst í Klaksvík.

Harleywoodpaint