Erla Perla hevur júst latið upp egnan nethandil á www.erlaperla.com. Umframt at sniðgeva og framleiða smúkkur, ger Erla eisini brúðarbukettir, ljósakrúnur o.a.
Tíðindaskriv: Erla Perla hevur júst latið upp egnan nethandil á www.erlaperla.com. Umframt at sniðgeva og framleiða smúkkur, ger Erla eisini brúðarbukettir, ljósakrúnur o.a.
Erla byrjaði sítt virksemið í 2011 og hevur síðan byrjan selt í ymiskum handlum í Føroyum, eitt nú Østrøm í Havn, Leivur Ellingsgaard í Klaksvík og í KATO í Fuglafirði. Tað hevur tó alla tíðina verið ætlanin at opna egnan nethandil, soleiðis at fólk úr øllum Føroyum kunnu bíleggja vørur á netinum.
Endamálið við heimasíðuni er, at kunna røkka út um føroysku landoddarnar og tí er nethandilin einans á enskum málið.
– Erla Mortensen, eigari, sigur, at hetta altíð hevur verið ein dreymur, og hon vónar, at føroyingar fara taka væl ímóti nýggja møguleikanum.




