Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hatta er ikki í lagi, Annika

Helgi Abrahamsen

“At siga, at borgarstjórin í høvuðstaðarkommununi ikki virðir at brúka sína tíð í einum fyri kommununa so týðandi felagsskapi, er bara ikki í lagi.”

“At siga, at borgarstjórin í høvuðstaðarkommununi ikki virðir at brúka sína tíð í einum fyri kommununa so týðandi felagsskapi, er bara ikki í lagi.” Tað sigur Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóri í Tórshavnar kommunu í eini hvassorðaðari viðmerking til Anniku Olsen, borgarstjóra.

Heðin Mortensen sipar við hesum til úttalilsið hjá borgarstjóranum um, at hon fer ikki eftir formanssessinum í Føroya Kommunufelag.

“Ein borgarstjóri má gera sína ávirkan galdandi, har sum málini verða viðgjørd – og tað er ofta í Kommunufelagnum,” sigur Heðin Mortensen.

Eisini aðrar atfinningar

Heðin Mortensen hevur eisini aðrar heilsanir at bera nýggju býráðssamgonguni í Tórshavnar kommunu. Millum annað undrast hann yvir, at samgongan ætlar, at tey eldru sjálvi skulu rinda fyri tænastur frá kommununi, meðan kommunan skal gera hsopice, sum annars er ein landsuppgáva.

“Hospice er púra greitt eitt landsmál undir heilsuøkinum – ein heilsutænasta frá sjúkrahúsverkinum til allar borgarar, uttan mun til diagnosu ella aldur,” sigur hann. Heðin Mortensen sigur seg vóna, at talan bara er um byrjanarfeilir, og at býráðssamgongan fer at taka annað skinn um bak, tá hon hevur fingið stundir at stinga fingurin í jørðina.

“Vit mugu vóna tað besta enn, men eg stúri, tí tað er skjótt at bróta niður og so vendist ikki aftur. Her skal eitt sera vakið eyga fylgja tykkum,” sigur Heðin Mortensen

(Les alla greinina her)