Sum nakað heilt nýtt fer Norðurlandahúsið at hava opið um páskirnar.
Nú rákið í Føroyum er, at hava meira opið fyri vitjandi, serliga um høgtíðirnar, fer Norðurlandahúsið fyri fyrstu ferð at hava opið um páskirnar.
Opið verður soleiðis:
Skírisdag 14.00-17.00
Páskaaftan 10.00-17.00
2. Páskadag 14.00-17.00 (Langafríggjadag og Páskadag er stongt).
Her er nakað av tí, sum børn og vaksin kunnu uppliva og njóta í Norðurlandahúsinum í páskafrítíðini:
“Skrímslini bjóða heim”
Komið á vitjan heima hjá Stóra Skrímsli og Lítla Skrímsli – har sleppur man at lesa og spæla, at telva við skrímslunum, at tekna, byggja, binda, fiska og nógv annað.
”Skrímslastovan”
Í Skrímslastovuni ber til at hugna sær við at tekna, skapa eitt Skrímsl, lesa bøkurnar um Stóra Skrímsl og Lítla Skrímsl o.a.
Kafé SMAKKA
SMAKKA hevur eisini opið um páskirnar. Somu tíðir sum Norðurlandahúsið. SMAKKA bjóðar páskagestum eina lætta máltíð við onkrum frískum ella søtum afturvið. SMAKKA páskabronsj verður páskaaftan kl. 10.00 – 14.00
Vælkomin í Norðurlandahúsið




