Søkt verður eftir handverkara til fastlønt starv. Arbeiðið fevnir um at hava umsjón og røkja bygdirnar í kommununi.
Arbeiðsuppgávur eru:
- Gera umvælingar
- Leggja rør til kloakk o.a.
- Røkja ymiskt
Vit søknast eftir persóni sum:
- hevur handverkaraútbúgving
- kann arbeiða í einum bólki og sjálvstøðugur
- hevur góðan røkiskap
- hevur góð samstarvsevnir
- hevur teldukunnleika
- hevur koyrikort
Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag. Viðkomandi, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Regin Djurhuus á, telefon 292403.
Umsókn
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving og royndir, og møguligum viðmælum skal sendast til kvivik@kvivik.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 6. juli 2017.
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo




