Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsta steypafinalan uttan KÍ í 19 ár

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

KÍ kvinnurnar vera ikki partur av steypafinaluni í ár.

KÍ kvinnurnar vera ikki partur av steypafinaluni í ár.

EB/Streymur/Skála spældi seg í dag víðari til steypafinaluna hjá kvinnum eftir 2-1 sigur í Klaksvík á KÍ. EB/Streymur/Skála kom á odda í fyrra hálvleiki, men KÍ svaraði aftur og Malena Jospehsen skoraði eftir deyðbóltsstøðu. Liðini skiftust um at hava yvirtakið i fyrra hálvleiki, sum var undirhaldandi.

Í seinna hálvleiki byrjaði EB/Streymur/Skála nógv betri og Heidi Sevdal skoraði eitt framúrskarandi mál við langskoti. Hetta var uppiborið í mun til leikgongdina. Hetta vísti seg at vera seinasta málið og hóast KÍ trýsti seinastu løtuna, so var tað helst uppiborið sæð yvir allan dystin, at EB/Streymur/Skála vann seg víðari.

Hetta er fyrstu ferð síðani 1998, at KÍ ikki er í steypafinaluni. KÍ hevur vunnið steypakappingina øll árini hesa øldina burtursæð frá 2009, 2005 og 2001.