Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kanningarstjórin trýr ikki TAKS

John William Joensen

Bárður Larsen, sum varð settur sum bráfeingis stjóri á TAKS, at kannað nógv umrødda skattamálið, leggur upp til eina stóra samansvørjing millum starvsfólk á TAKS. Snøgt sagt, trýr hann ikki tí, sum starvsfólk á TAKS siga um gongdina í skattamálinum.

Bárður Larsen, sum varð settur sum bráfeingis stjóri á TAKS, at kannað nógv umrødda skattamálið, leggur upp til eina stóra samansvørjing millum starvsfólk á TAKS. Snøgt sagt, trýr hann ikki tí, sum starvsfólk á TAKS siga um gongdina í skattamálinum.

Bárður Larsen ger greitt, at hann ongar førleikar hevur til at meta um skattrættarliga- og roknskaparligu viðurskiftini í nógv umrødda skattamálinum (sí her).

Men álíkavæl heldur hann seg ikki frá at gera niðurstøður, sum liggja væl innanfyri skattarættarliga økið.

Harafturat er neyvan nakar ivi um at avgerðin hjá kanningarstjóranum at melda málið til Fútan, sum sambært kanningarstjóranum er tikin eftir reint fyrisitingarligum rættarprinsippum, av almenninginum verður fata, sum um at tað samstundis er ein skattarættarlig avgerð og at tað tí var ólógligt av Eik at krevja ein skattafrádrátt.


Harðar og greiðar niðurstøður

Bárður Larsen kemur m.a. til tað niðurstøðu, at Eik Banki villleiddi ella afturhelt týðandi upplýsingar frá TAKS. Hann metir í niðurstøðu síni at TAKS fyrst játtaði EIK ein frádrátt uppá 450 mió. kr. at avskrivað yvir 10 ár, fyri síðani at koman til eina nýggja støðu eftir at almenningurin fær at vitan um málið. Hóast henda niðurstøðan gongur beint ímóti tí, sum stjórin á TAKS, Eyðun Mørkøre, og onnur starvsfólk á TAKS greiða honum frá í samskiftinum, sæst í tí partinum av frágreiðingini, sum ikki er almenn, men sum Norðlýsið fekk hendur á mánadagin. Og brotið úr frágreiðingini, sum er á heimasíðuni hjá Fìggjarmálaráðnum, gevur eina munandi ”bleytar” mynda av eini annars avgjørdari frágreiðing.

Í aðrari blaðgrein, sum kemur seinri, fara vit at viðgera tað, sum út frá tí sum kanningarstjórin sigur, má tulkast at verða ein samansvørjing millum starvsfólk á TAKS.

Kanningarstjórin ger niðurstøðu um at TAKS hevði ikki nøktandi upplýsingar, til at gera egnu metingar av málinum. Hann metir ikki at hetta kann koma undir at verða skattasvik, men tann partin av lógargreinini, sum umrøður ”villleiðandi upplýsingar….”. 

 Samstundis metir Bárður Larsen, at tað kann verða trupult at fáa Eik Banka dømdan fyri hetta. Her vísur kanningarleiðarin til tað, sum serfrøðingurin í m.a. Skattarætti Jan Pedersen greiður frá:

….Søguliga hevur skattasvik sum brotsverk verið knýtt at hesum, at skattgjaldarin gevur beinleiðis skeivar upplýsingar um inntøkuviðurskifti v.m., men frá 1980-árunum av hendi eitt týðandi skift í skattarevsirættinum. Nú blivu sakarmál førd ikki bara fyri at geva beinleiðis skeivar upplýsingar, men eisini fyri at geva villeiðandi upplýsingar, Hesum var longu heimild til í donsku skattakontrollógini §13 (svarandi til okkara § 139), men heimildin varð ikki nýtt áðrenn tað…..

…. Jan Pedersen vísir á, at parturin um villeiðandi upplýsingar í §139 í skattalógini (§13 í donsku skattekontrolloven) er at rokna sum ein rættarligur standardur. Hetta skal skiljast so, at lógarteksturin sjálvur kommunikerar ikki so nógv – ella ásetur ikki so greitt – rættarstøðuna. Opni teksturin má fyllast út við praksis. hjá ákæruvaldinum í mun til at reisa ákæru í slíkum málum um at halda upplýsingar aftur.

Eisini vísur Jan Pedersen á, at tað er eitt ávíst afturhaldni hjá ákæruvaldinum í mun til at reisa ákæru í slíkum málum um at halda upplýsingar aftur ella at villeiða heldur enn at geva beinleiðis ósannar upplýsingar…..

Væl vald orð

Eftir at hava lisið frágreiðingina hjá Bárður Larsen nakrar ferðir, varð lagt til merkis at rættiliga týðandi setningar í samband við avgerðina hjá kanningarstjóranum, at melda málið til fútan, eru ikki almennar og tí ger brotið úr frágreiðingin sum er á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum, at málið verður tulka bleytari alment. Lesur tú alla frágreiðingina (íroknað óalmenna partin), so ert tú ikki í iva hvat kanningarleiðarin meinar um málið.

Á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum endar kanningarstjórin frágreiðing sína soleiðis:

…Á tí grundarlagier mítt tilmæli, at málið verður latið fútanum til nærri støðutakan. Hervið verður sagt, at málið liggur nær við eina støðu eftir § 139 um villleiðing, men onki er sagt um, hvørt undirritaði metir, um málið eigur at føra til, at ákæra verður reist, ella at málið seinni vil føra til dóms, einans at fútinmá gera metingina, um svik er framt, og hvørt møguligar aðrar fortreytir fyri at reisa ákæru eru loknar….

Í sjálvari frágreiðingini, sum kanningarstjórin hevur latið fíggjarmálaráðnum, og sum Norðlýsið hevur fingið hendur á, kemur m.a. hetta fram:

… At Eik fram til fyrru avgerðina 30. Juni 2015 afturhelt upplýsingum og teknaði eina mynd av málinum fyri TAKS, ið var egnað til at geva eina ófullfíggjaða og skeiva mynd av málinum, tað váttar eisini seinni gongdin í málinum, tá málið tíðliga í 2016 verður tikið upp aftur…..

…. Í hesum málinum hava grannskoðarar og onnur beinleiðis leitt uppmerksemið hjá leiðsluni í Eik á, hvat er týðandi at fáa avklárað við TAKS. Tá Eik kortini ikki sigur nakað um tað og ikki gevur upplýsingar um hesi viðurskifti til TAKS, so er nærliggjandi at halda, at tað liggur eitt tilvitað val aftanfyri, um ikki at geva TAKS teir upplýsingar, sum kunnu leiða TAKS á ”skeiva” kós móti eini avgerð, ið ikki er til fyrimuns fyri Eik…..

…. Tískil heldur undirritaði, at tað hevði verið rættast at latið fútanum málið, so fútin kann leggja eina praksis og gera av, um vantandi upplýsingum av málinum frá síðuni hjá Eik eftir hansara meting kemur undir …”á annan hátt villleiðandi upplýsingar”…..