Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , , ,

Sjørnan tekur ímóti StÍF í kvøld

Oliver Joensen

Hóskvøldið kl. 18.00 leika kvinnurnar hjá Stjørnuni og StÍF teirra fyrst dyst í hesum kappingarárinum í KÍ-høllini

Spurningur er so, hvussu liðini eru fyri. Seinasta kappingarár hevði Stjørnan greiða yvirvág á StÍF. Manningin hjá Stjørnuni er nakar broytt í mun til seinasta kappingarár. Kristina Poulsen er farin til Danmarkar í lestrarørindum, og Monika Jacobsen er ikki byrja at venja. Unga og evnaríka Óluva Joensen, sum leikti sínar fyrstu dystir á besta liðnum seinasta kappingar, hevur brotið annað beinið, so tað gongur ein tíð, áðrenn hon verður tøk. Hinvegin so verður Jancy Jacobsen við aftur.

Hvussu støðan er hjá StÍF,  vita vit ikki, men søgur hava gingið um, at liðið er styrkt við einum ella tveimum japanskum leikarum.