Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Brandur hevur róð út hóast covid-19

Oliver Joensen

Janus Sørensen, skipari og reiðari á útróðrarbátinum Brandi, ið rør út frá Hvannasundi sigur, at hann skal ikki lata illa at fiskarínum. Vit hava verið tríggjar túrar hesa vikuna og hava ligið ímillum 8 og 10 túsund pund hvønn túrin. Fiskurin hevur eisini verið hampuliga væl fyri, serstakliga hýsan.

Hesar dagarnar hava vit drigið 44 stampar hvønn dagin. Vit fara avstað aftur í kvøld. Um prísin sigur Janus Sørensen at sjálvandi prísurin hevur ikki verið høgur, men tað hevur loyst seg hjá okkum at rógva út. Í dag sá eg á Fiskamarknaðinum, at fiskaprisirnir kvinkaðu uppeftir, hvør so orsøkin til tað kann vera. Nú fáa vit at síggja, um hetta ber boð um betri prísir framyvir.