Við hesum verður mint á, at fráboðanir um uppstilling til fólkatingsvalið 31. oktober 2022 skulu vera forkvinnuni í fólkatingsvalnevndini í hendi í seinasta lagi:
Hósdagin 20. oktober 2022 kl. 18.00
Gjøllari reglur um valevnisfráboðanir eru ásettar í §§ 25-31 í fólkatingsvallógini (lovbekendtgørelse nr. 41 af 15. januar 2020 af lov om folketingsvalg på Færøerne).
Í fólkatingsvallógini er m.a. ásett:
· at fyri at stilla upp til fólkatingsvalið, skal viðkomandi antin stilla upp fyri ein flokk, sum við seinasta løgtingsval fekk umboðan á løgtingi og framvegis er umboðaður har, ella stilla upp uttanflokka.
· at valevnið skal skriva undir fráboðanina.
· at valevnið skal vera lýst við navni, føðingardegi, starvi og bústaði.
· at um valevnið ikki ynskir at vera lýst við fullum navni á atkvøðuseðlinum, skal tað tilskilast, hvussu navnið skal standa.
· at ein veljari skal vera upplýstur við navni og bústaði, sum fólkatingsvalnevndin kann seta seg í samband við, um fráboðanin er ófullfíggjað.
· at eitt valevni, sum ynskir at stilla upp fyri ein politiskan flokk, skal skila til hvønn flokk viðkomandi ynskir at stilla upp fyri.
· at flokkurin eftirfylgjandi skal góðkenna valevnið, soleiðis at viðkomandi kann stilla upp fyri flokkin.
· at fráboðanin skal innihalda upplýsingar, um viðkomandi valevni ynskir at stilla upp uttanflokka. Í slíkum førum skal fráboðanin vera undirskrivað av í minsta lagi 150 og í mesta lagi 200 veljarum sum stillarum umframt at innihalda upplýsingar um navn, føðingardag, starv og bústað hjá stillarum.
· at eitt valevni ikki kann stilla upp í Føroyum og aðra staðni í ríkinum samstundis.
· at eitt valevni ikki kann stilla upp fyri fleiri flokkar ella fyri bæði flokk og uttanflokka samstundis.
· at eingin kann vera stillari hjá fleiri valevnum.
Vegna fólkatingsvalnevndina
Malan Johansen forkvinna
c/o Landsbanki Føroyar
Kvíggjartún 1, 160 Argir malan@landsbankin.fo
+298 226225




