Bóndin Esmar Sørensen og konan Irena Maria hava eitt festi á Viðareiði, sum tað verður mett, at yvir 15. túsund ferðafólk koma til á hvørjum ári. Tey eru tí farin undir at byggja ferðavinnuvirksemi upp afturat landbúnaðinum, men við nýggja uppskotinum um burðardygga ferðavinnu fara teir dreymarnir nú í vaskið
(Grein úr blaðnum)
Esmar Sørensen er bóndi á Viðareiði. Hann hevur 8 merkur og eitt fjós at røkja, 300 seyðir og nakað av ognarjørð afturat. Umframt at røkja sítt egna røkir hann eisini seyð fyri onnur. Hóast hann sigldi nógv sum ungur, hevur hann alt tað, hann kann minnast, fingist við landbúnað, og seinastu árini hevur hann gjørt sær nakrar royndir við ferðavinnu.
– “Í fjør stongdu vit allan hagan av, soleiðis at skilja, at krav varð sett um, at tey, sum vildu í hagan, skuldu tekna seg hjá Hiking.fo, og um, at tey skuldu hava ferðaleiðara. Men tað gekk ikki væl. Umleið 10 fólk teknaðu seg tann vegin, meðan nógv 100, kanska 1000, klivu bara upp um portrið. Tey respekteraðu als ikki treytirnar.”, greiðir Esmar frá, og leggur afturat, at “Tað eru ikki nógvir pengar í landbúnaði, og tí kundi ferðavinnan verið eitt gott ískoyti afturat, sum kundi gjørt, at vit kundu livað av tí og landbúnaðinum.”
Tá samrøðan kemur inn á uppskotið hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, so hevur Esmar Sørensen ikki nógv gott at bera tí. Hann heldur, at tey einastu, sum hava nakað gott at siga um tað, eru fólk, sum onki hava við landbúnað at gera, meðan næstan allir bøndur í Føroyum venda tumlinum niður.
– “Vit hava faktiskt sæð stórar møguleikar í at fara at reka ferðavinnu eisini, men hetta uppskotið køvir tær ætlanirnar. Vit fáa snøgt sagt ikki brúkt uppskotið til nakað”, sigur Esmar.
Áður hava Esmar og Irena havt ein postkassa standandi, sum fólk kundu lata eitt gjald í, meðan í fjør hava tey havt ein persón standandi, sum stóð og kravdi inn. Munandi meira kom inn, tá ein innkrevjari stóð har, í roynd og veru so nógv, at tað var nokk til grundarlag at byggja víðari á, eitt nú við gerð av gøtum, vistveiting av føroyskum mati og øðrum. Tey kundu havt upp til 10 fólk í starvi, um tey bert fingu frið til at virka.
– “Vit kenna okkum sum eina tvístertu, sum onkur er í ferð við at traðka á”, sigur Irena Maria og sipar til uppskotið um burðardygga ferðavinnu. – “Tað kundu verið rættiliga nógvar pengar í tí, men uppskotið kubbar høvdið av øllum. Tað ber ikki til at liva av at vera seyðabóndi í Føroyum, tí tað er fysiskt ógjørligt. Vit hava tí havt nógvar planir um at víðka virksemið við ferðavinnu sum einum øðrum beini at standa á, men tað verður bara kvalt nú”, sigur hon.
Esmar heldur at tað ikki kann vera rætt, at bøndurnir fyrst verða frátiknir ræðisrættin á egnari jørð, og síðani fáa eina lóg smoygda yvir seg, sum bindur teir á hond og fót:
– “Bøndur verða ikki virdir í samskiftinum við Landsstýrið. Bæði Bóndafelagið og Óðalsfelagið hava verið á fundi við landsstýrismannin, men tey fáa at kalla onki av sínum ígjøgnum har. Teir verða bidnir um at fara heimaftur at lempa tøð, og tað er øgiliga niðurgerandi”, sigur Esmar at enda.



