Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Ein frálíkur morgun á Sjómannadegnum

Tekst & Myndir: Dávur Winther

Veðrið av tí fagrasta og hópin av fólki hava leitað sær til Klaksvíkar at hugna sær á Sjómannadegnum, sum hevur so nógv ymiskt at bjóða

Klokkan10.00 komu seglskipini á Klaksvík og lødu at kai, innast í krókinum við Stórukai. Jóhanna, Westward Ho, Dragin, Grinkil, Norðlýsið, Thorshavn og Norðan.

Síðani var Merkið vundið á stong. Umboð fyri manning, ið høvdu longstu leið á Sjómannadag, vundu Merkið í húnar hátt, meðan tjóðsangurin varð sungin. 

Síðani varð Føroya Sjómannadagur 2025 settur á stóra pallinum, og boðið varð til stóra morgunmatarborðið á bryggjuni.

 Á stóra palli

klokkan 10.45 bjóðaði Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, vælkomin

Eftir tað setti Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, Føroya Sjómannadag

Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, læt heiðursmerki til bestu skip og bátar í Føroyum

Umboð fyri Føroya Sjómannadag lótu heiðursmerki til vinnararnar av fiskikappingini. 

Vinnarin av størsta fiskinum varð kosin. 

Granskarar frá Havstovuni skór størsta fiskin frá fiskikappingini upp, og greiddu í stuttum frá fiskinum.

Føroyameistarakapping – Vinda hespur upp í noða, kappingin er fyri pør.

Vinnaraparið fær gávukort frá Hilton Garden Inn á gisting tvær nætur í dupultkamari á fyri tvey persónar íroknað morgunmat. Matskrá fyri tvey í Hallartúni annað av kvøldunum. 

Føroyameistarakapping – Kasta langlínu

Og so mangt annað er á skrá

Kunna teg nærri um skránna her