Sorgin merktist í hvørjum háli, meðan eg í vónloysi hugsaði um, hví óføddu eftirkomarar okkara endaðu í tí vanlukkuligu støðuni, sum dagurin í dag, 1. juli 2026, fer at bera nøkrum teirra.
Haftur og aftur spyrji eg hví?
Hví sleptu 17 av 33 tingfólkum í seinastu samgongu tí veikasta føroyinginum, ófødda barninum í móðurlívi, upp á fjall?
Hví valdu hesir politikarar, heldur enn at rætta børnum, mammun og foreldrum hjálpandi hond, at fjala andlitið fyri neyð teirra?
Hví valdi nýggja samgongan eirindaleyst at halda fram á fosturtøkukósini?
Hví sveik ráðandi samgonguflokkurin tey óføddu, við at løna arkitektinum aftanfyri fosturtøkulógina við fíggjarmálaráðharrasessinum?
Hví valdu tey rætthugsandi í leiðandi stjórnarflokkinum eina sosialistiska fosturtøkusamgongu framum barnið?
Fullkomna svarið fáa vit skjótt ein dag!
Eg kundi hildið fram við ótaldum spurningum, men eg latið vera, tí svar loysa ongan av sorgarleikunum, sum dagsins ónda lóg ber við sær. Tað megna bert lógarbroytingar, og tær kunnu bert koma úr hjørtum okkara.
Fullkomna svarið fáa vit tó ein dag frá Honum, sum í dag syrgir saman við teimum syrgjandi, Hann, sum elskar hvørt einasta barn, eisini tað ófødda!



